14. september 2020

Samgongan eitt ár

Í dag er eitt ár síðan, at formenninir í Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum undirskrivaðu samgonguskjalið.

Samgongan eitt ár: Móti nýggjum málum

 

Koronafarsóttin hevur fylt nógv tað fyrsta árið hjá samgonguni, men fleiri høvuðsmál eru longu avgreidd. Úr rúgvuni kunnu nevnast:

Fólkapensjónisturin fingið fleiri pengar, og tað loysir seg nógv betri hjá honum arbeiða
Ferð er sett á arbeiðið at seta viðgerðartrygdina í verk
Lógin um almannatrygd og tænastur samtykt
 og fiskivinnan er aftur í tryggari legu
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ásannar, at fyrsta árið hjá samgonguni bæði hevur verið spennandi og avbjóðandi.

“Hetta hevur verið eitt sera hendingaríkt ár. Sjálvandi hevur støðan við korona ávirkað okkara fyrsta ár, men eg eri rættiliga nøgdur við, at vit longu hava avgreitt fleiri stór mál. Vit arbeiða framhaldandi við at røkka teimum málum, vit hava sett okkum fyri í samgonguskjalinum,” vísir løgmaður á.

Í farnu viku viðgjørdi landsstýrið nærri, hvørji mál verða sett út í kortið komandi tíðina. Millum málini, ið ætlanin er at raðfesta, eru:

At betra um bústaðarmøguleikarnir
At tryggja størri virðisøking úr okkara tilfeingi
At seta ferð a grøna orkuskiftið
At bøta um viðgerðartilboðini hjá diabetikarum saman við Novo Nordisk
At fáa betri handilssáttmálar í lag
Og at seta sálarheilsuna á breddan


Her ber til at síggja eitt yvirlit yvir fleiri hendingar hjá samgonguni farna árið.

Á landsstýriseminarinum í farnu viku settu løgmaður og landsstýrisfólkini í stuttum orð á fyrsta árið hjá samgonguni. Ovast eru nakrar útsagnir settar saman á eitt mobilvideo.

 

(Tilfarið er endurgivið frá https://www.lms.fo/fo/kunning/tidindi/samgongan-eitt-ar-moti-nyggjum-malum/)  

Tíðindi

7. oktober 2026
“Your nomination for the Nobel Peace Prize 2026 has been successfully submitted”
30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?