18. mars 2020

Miðflokkurin hildin uttanfyri í sending hjá KVF

Eitt hjartasuff viðvíkjandi sendingini "Nýggjar røddir á tingi"

Eitt hjartasuff viðvíkjandi sendingini "Nýggjar røddir á tingi"
Í hesum corona-hurlivasanum kann hetta tykjast at hava lítlan týdning. Men hóast hurlivasan verður sendingin "Nýggjar røddir á tingi" víst hóskvøldið (19.03.2020) sambært sjónvarpsskránni hjá KVF. Í sendingini eru fýra ungar røddir umboðaðar: Beinir, Ingilín, Hervør og Bjarni. Hesi fýra ungu eru starvsfelagar hjá Steffan Klein Poulsen á Løgtinginum, sum hann vanliga hevur gott samstarv við. Miðflokkurin unnir teimum sera væl at vera við í hesari sendingini, men undrast á hví Steffan ikki eri tikin við sum umboð fyri Miðflokkin. Tað tykist sum um at Miðflokkurin, og tær hugsjónir, ið flokkurin stendur við, verða lopin um.

KVF hevur ikki svarað spurningi frá Miðflokkinum
Miðflokkurin hevur sjálvandi spurt KVF, og tey sum varða av sendingini, um eina frágreiðing, men her er ikki eydnast at fáa nakra frágreiðing yvirhøvur. Spurningurin fór avstað tann 11.03.2020.

Hvør er orsøkin til, at Miðflokkurin ikki er umboðaður?
Hvørjar fortreytir KVF hevur sett viðvíkjandi umboðani í sendingini kunnu vit føroyingar bara gita um. Kynsumboðanin er jøvn. Tað eru tríggir andstøðulimir og ein samgongulimur. Trý umboða miðstaðarøkið, men bert ein útjaðaran. Tveir umboða høgra og tvær umboða vinstra.

Kanska atkvøðurnar vóru ein fortreyt. Bjarni fekk 280 atkvøður og Hervør 289. Steffan fekk 243 persónligar atkvøður, sum eru 37 atkvøður færri enn tær Bjarni fekk. Aldurin kann so ikki vera orsøkin. Beinir er føddur í 1997, Steffan í 1996, Hervør í 1995, Bjarni í 1994 og Ingilín í 1991. Altso passar Steffan sera væl inn í málbólkin, um hugsað verður um aldurin.

Beinleiðis vald inn á Løgtingið
Beinir, Ingilín, Hervør og Bjarni vóru møguliga tikin við, tí tey vóru beinleiðis vald inn á Løgtingið. Hetta er besta boðið. Her má tó vísast á, at um Steffan t.d. fór frá 243 til 350 persónligar atkvøður, vildi hann framvegis ikki verið beinleiðis innvaldur, hóast hann kom hesar 60-70 atkvøðurnar upp um Bjarna og Hervør. Í síðsta enda eru allir løgtingslimir líkastillaðir. Øll tey, sum eru komin á Løgtingið at sita, hava júst somu møguleikar til at halda røður, stilla spurningar, leggja uppskot fram og líknandi, fyri at gera sín politikk kendan og galdandi í Føroyum.

Eitt hjartasuff frá Miðflokkinum
Miðflokkurin kemur við hesum hjartasuffinum, tí tað er sera ódámligt at Miðflokkurin verður lopin um, uttan eina góða frágreiðing frá KVF. Hetta er nakað, sum hyggjarin kann hava í mentu hóskvøldið.

At enda vil Miðflokkurin heita á allar føroyingar um at taka corona-tilmælini frá myndugleikunum í álvara. Øll eiga at vera fyrivarin í hesum umstøðunum, men okkum nýtist ikki at óttast. Óttin loysir ongan trupulleika.

 

Miðflokkurin

(myndirnar av Ingilín, Beinir, Hervør og Bjarna eru frá logting.fo. Myndin av Steffan er ogn hjá Miðflokkinum)

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.