16. januar 2025

"Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk"

Steffan svarar Tobba aftur í lesarabrævi

Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk


Í gjár (fyrradagin) skrivaði Torbjørn Jacobsen eitt lesarabræv, har hann ferð eftir ferð undirstrikaði at Helgi Abrahamsen,
Elsebeth M. Gunnleygsdóttir og undirritaði hava lagt uppskot fram, sum er byrjanin til “solidarisku
jarðarferðina” hjá SEV.


Hetta er beinleiðis ósatt, tí uppskotið sum vit trý hava lagt fram í Løgtinginum, er tað sama, sum Torbjørn
útgreinar í mynd 1:

 

Hetta er sambært semjuskjalinum, sum Torbjørn, vegna Kommunufelagið, sjálvur hevur skrivað undir. Og
hetta er eisini tað sum vit trý hava lagt fram.

Av onkrari orsøk, sum eg ikki kenni til, so manipulerar Torbjørn allar føroyingar til at halda, at uppskotið
snýr seg um at knúsa net-monopoli hjá SEV, sum á mynd 2:

 

 

Hetta er ikki ætlanin og hesum taki eg ikki undir við.


Onkur hevur víst á ein setning í lógartekstinum í okkara uppskoti, har eitt orð møguliga manglar, men tað
rættvísgerð á ongan hátt, at Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk á henda hátt.


Eg frábiði mær at vera undirlagdur at vilja knús SEV og byrja eina “solidariska jarðarferð”.


Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður

Tíðindi

30. januar 2026
Aðalfundur tann 7. februar
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Miðflokkin” 2026!
26. januar 2026
Ongum nýtist at fara til Singapore við Jústinus ella til Kanada við Poul fyri at uppliva muslimskan ágang!
23. januar 2026
Hvat sker ....
Nær er avgerð tikin um at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til ásetingarnar í IHR – International Health Regulations h…
22. januar 2026
Málið um moske´ir heldur áfram
Jenis spyr Løgmann: Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær?
19. januar 2026
... málið um moske´ir í Føroyum
Sirið hevur svarað Jenisi