1. desember 2023

Hvør er munurin á donskum og norðurlendskum pengum?

Tað er áhugavert at síggja Anniku Olsen, og onnur á loysingarveingjunum, fílast inn á Sjúrða Skaale og Annu Falkenberg, ið eru okkara umboð á Fólkatingið.

Tey bæði hava forhandlað seg til nakrar milliónir í samband við donsku fíggjarlógina.

Puljan hjá Annu fer primert til gransking og líknandi sum viðkemur Føroyum.

Sjúrður Skaale hevur millum annað skaffað pengar til byggja eitt nýtt Sjósavn í Føroyum.

Tað sum undrar meg er at hesi somu loysingarfólkini einki hava ímóti at Føroyar fáa einar 15 mió. kr. hvørt tað einasta ár frá øðrum norðurlondum.

Hesir pengarnir verða pumpaðir beinleiðis inn í raksturin hjá einum mentanarhúsi í Havn: Norðurlandahúsið.

Altso, samanlagt eru fleiri hundraðtals milliónir komnar frá Norðurlandaráðnum ígjøgnum árini.

Her velur loysingarvongurin, og fleiri við teimum, bara at síggja ímillum fingrarnar...

Hesar 15 mió. kr. eru tó ikki kostnaðarleysar. Tí, tey somu norðanlondini hava harvið ræðið á Norðurlandahúsinum og brúka hetta valdið til at seta eina fremmanda dagsskrá, sum kloyvur føroyingar.

Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin

Tíðindi

26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu