7. august 2023

Sendistova til Jerusalem

Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana hava lagt fram uppskot til samtyktar um sendistovu Føroya í Ísrael

Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna og leggja fyri Løgtingið frágreiðing, sum lýsir fyrimunir og vansar við at staðseta sendistovu Føroya í Ísrael í Jerusalem.

 

Viðmerkingar:

Sendistova Føroya í Ísrael byrjaði virksemi sítt um ársskiftið 2020/2021 og varð alment latin upp 23. juni 2022. Hendan seinkan av upplatingini var vegna koronafarsóttina.

 

Í 2020, tá sendistovuvirksemið av álvara var byrjað, var virðið av útflutningi Føroya til Ísrael kr. 164.000. Sambært hagtølum frá Hagstovuni var útflutningurin longu í 2022 nærum 700 faldaður, til góðar 100 mió.kr., sí talvu 1.Tað vil siga, at útflutningur Føroya til Ísrael fór framum útflutning Føroya til lond sum Finland, Grikkaland, Írland, Svøríki, Portugal, Ukraina, Belgia, Japan, Turkaland-og vit kundu hildiðá.Ísrael flutti seg soleiðis, mett í virði, frá at vera nr. 56 av 66 móttakaralondum av føroyskum vørum í 2021 til at verða nr. 20 av 72 londum í 2022.

 

 

 

Semja var ikki á Løgtingi um føroyska sendistovu í heilaga landinum, men í táverandi samgongu bleiv tó semja um hesa, tá skotið varð upp at staðseta hana í Tel Aviv.

Sambandið millum Føroyar og Ísrael er serstakt. Neyvan er nakað annað land sum Føroyar, haðani so stórur partur av íbúgvum, ikki bert einaferð, men hjá mongum ferð eftir ferð, ferðast til landið. Hetta hevur skapt eitt vinalag millum tjóðirnar báðar, og merkist tað sjáldsama gott, tá føroysk ferðandi gesta landið. Sjálvur upplivdi annar av uppskotssetarunum bæði táverandi ísraelska ST-ambassadørin og núverandi ísraelskaforsætisráðharran svara, at "jú vit vita um Føroyar, tí vit kenna vinir okkara", tá spurt varð, hvaðani hin vitjandi var. Hetta var sum umboð Føroya á ST-aðalfundi í 2013.

Við í Ísrael, og luttakandi tá sendistovan varð latin upp, vóru vinnulívsfólk frá fleiri vinnuøkjum, umframt aðrir føroyingar, umboðandi bæði privata og almenna geiran. Hesi høvdu øll ynski og vón um at birta størri samstarv millum londini. Hetta hevur longu, sum útflutningstølini tíðuliga boða frá, borið alstóran ávøkst, men upplatingin av sendistovuni hevur umframt hetta eisini opnað dyrnar fyri samstarvi á øðrum økjum millum Føroyar og Ísrael.

Áhugi ísraela fyri Føroyum sæst eisini aftur í tí gleðiliga, at almenna Ísrael í vár, fyri fyrstu ferð, útnevndi ein heiðurskonsul í Føroyum.

Ein av grundgevingunum ímóti at lata sendistovu upp í Ísrael var, at onki vinnuligt samstarv yvirhøvur var millum londini. So er, sum víst er á, ikki í dag, og alt bendir á, at risaframgongdin í útflutningi frá Føroyum til Ísraels fer at halda fram. Og uttan iva verður hendan enn meira stimbrað, nú tað frættist, at beinleiðis farmaflogsamband væntandi skjótt verður millum bæði londini. Umframt at stimbra útflutningin fer hetta uttan iva eisini at lata upp møguleikan fyri innflutningi til Føroya frá nýggjum og spennandi marknaðum í Miðeystri.

At sendistovan varð latin upp í Tel Aviv var ein neyðsemja, og alt gott er at siga um, at tað eydnaðist. Uppskotssetararnir meta tó, at tíðin nú er komin til at taka næsta stigið og kanna møguleikarnar at flyta sendistovuna til natúrligu staðsetingina fyri sendistovur, høvuðsstaðin Jerusalem. Hetta hava fleiri tjóðir gjørt seinastu árini, bæði størri og smærri. Nevnast kunnu USA, Guatemala, Honduras og Kosovo, meðan aðrar hava sendistovuavgreiðslurella konsulat í Jerusalem.

 

Á Løgtingi, 3. august 2023

Steffan Klein Poulsen     Jenis av Rana

Tíðindi

19. juni 2025
Barnaporno og kynslig missnýtslan vaksandi trupulleiki
Barnaporno og kynslig missnýtslan av børnum er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum!
27. mai 2025
Tørvur á nýggjum sosial reformi
Miðfloksfólk hava altíð verði røsk at møta upp til ársfundirnar, og í ár var einki undantak.
23. mai 2025
Skráin fyri landsfundin
Landsfundur verður 23. mai
21. mai 2025
John, Tommy og Abbas.
Talan er um tríggjar kendar menn, sum eg nevni í yvirskiftini. Tveir teirra vóru í sjónvarpi Kringvarpsins í gjárkvøldið, har verturin enn e…
5. mai 2025
Tú ert ein klumpur av kyknum.
Eg og tú eru klumpar av kyknum. Støddin á klumpunum er ymisk. Men vit eru øll somul ein systematisk , fíntunað samling av livandi kyknum.