2. juli 2023

Hvør heldur lurtaran og hyggjaran til rukku- Kringvarpið, Høgni Hoydal ella bæði?

Viðmerking frá Jenis av Rana

Hvør heldur lurtaran og hyggjaran til rukku- Kringvarpið, Høgni Hoydal ella bæði?

Niðanfyri endurgivnu útvarps- og sjónvarpstíðindi eru frá hósdegnum og viðvíkja verjusemjuni og kavbátavitjanum í Føroyum.

Brot úr Útvarpstíðindunum kl. 18.00


Fyrstu brotini eru úr Útvarpi Kringvarpsins kl. 18.00. Her verður Landsstýrismaðurin í Uttanríkismálum endurgivin fyri at siga:


"Føroyar eru nú formliga kavbátahavn hjá Amerikanska herflotanum- tað váttar Høgni Hoydal landsstýrismaður í Uttanríkismálum- avgerðin er tikin í samráð við Løgtingið, Uttanlandsnevndina"....og.... "Føroyar eru nú alment ein av kavbátahavnunum hjá USA- tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum yvirhøvur er vælnøgdur við verjusemjuna".


Spurdur beinleiðis av journalistinum: "hvør hevur tikið avgerð um tað, at tað er tað" svarar landsstýrismaðurin:... "ja tað hevur....(so kemur eitt av teimum vanligu looongu og onkisigandi uttanumtosunum), áðrenn hann sigur": "avgerðin er tikin í samráð við Løgingið gjøgnum Uttanlandsnevndina".


Brot úr Sjónvarpstíðindunum kl. 19.00


Í Sjónvarpi Kringvarpsins, ein tíma seinni, sigur sami maður og enntá tvær ferðir, at:


“onkur segði, at vit hava gjørt eina kavbátahavn í Føroyum- tað passar ikki.... vit hava ikki sagt, at Føroyar er ein kavbátahavn". Tað vil siga, at her kallar landsstýrismaðurin seg sjálvan fyri "onkur" og sigur, at tað sum hesin "onkur" sigur, er ósatt.


Hví fær hann loyvi at siga ósatt?


Hví sleppur maðurin at borðreiða slík beinleiðis ósannindi fyri Føroya fólki, uttan her og nú at verða avdúkaður og drigin til svars?


Og so hendir hetta í sjálvum tí sokallaða 4. statsvaldinum, sum annars reypar av at vera gravandi- og eg veit ikki hvat.


Annars er at siga:


At Uttanlandsnevndin, sum Landsstýrismaðurin nú er farin at kalla Løgtingið, hevur aldrin, ongantíð, never havt eina evt. kavbátahavn sum sjálvstøðugt viðgerðarevni á einum einasta fundi!


At landsstýrismaðurin soleiðis ber beinleiðis ósonn tíðindi frá fundum í Uttanlandsnevndini er so eitt nógv meira álvarsligt mál, sum nevndin má taka til sjálvstøðuga viðgerð. Annars er væl eingin meining at møta aftur til fundar í hesari serstøku trúðnaðarnevnd.


Jenis av Rana
limur í Uttanlandsnevnd Løgtingsins

Tíðindi

1. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis
Hvørjar ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
15. mai 2026
Væl eydnaður landsfundur hjá Miðflokkinum og nýggj floksstjórn vald
Miðflokkurin hevði farna vikuskiftið landsfund, har nógv fólk vóru savnað til ein gevandi og innihaldsríkan dag.
13. mai 2026
Formansfrágreiðingin til landsfundin 2026 hjá Miðflokkinum
Miðflokkurin hevur havt sætið í Løgtinginum síðani 1994 – í 32 ár – og Miðflokkurin er minst líkaviðkomandi í dag, sum tá ið hann varð stovn…
23. apríl 2026
Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
23. apríl 2026
Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar
Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni.