1. mars 2023

Avtak oljuavgjaldið!

Miðflokkurin hevur lagt fram uppskot til samtyktar, um at avtaka oljuavgjaldið.

Uppskot til samtyktar
Løgtingið heitir á Føroya Landsstýrið um at taka av sokallaða oljuavgjaldið, sum í løtuni er ein eyka byrða omaná sperdu føroysku húskini.

Viðmerkingar
Dagsins oljuprísur er í løtuni umleið kr. 10 fyri liturin. Av hesum fer góður fjóðringurin beinleiðis í landskassan. Talan er um MVG, ið er gott og væl 1,80 kr. fyri liturin og oljuavgjaldið, ið er kr. 0,80 fyri liturin.

Lógin, sum heimilar at leggja avgjald afturat oljuprísinum, varð samtykt á Løgtingi 18. december 1992, tó ikki í núverandi líki. Avgjaldið varð tá sett til 95 oyru fyri liturin, men lagt varð upp fyri høgum prísi við í lógini at áseta, at avgjaldið skuldi ávikavist minkast ella hækkast við hálvum oyra, um prísurin, íroknaður oljuavgjaldið, hækkaði yvir ella minkaði undir  kr. 2,45 fyri liturin.

30. mars  2000 varð tó lógarbroyting samtykt á Løgtingi, sum ásetti eitt fast oljuavgjald upp á 80 oyru fyri liturin, uttan mun til hvussu prísurin annars var. Júst tá var  oljuavgjaldið áleið 70 oyru liturin. Høvuðsgrundgevingin fyri hesari broyting var sagdur vera óstøðugi oljuprísurin, sum m.a. førdi við sær at oljuavgjaldið varð broytt í heilum.

Atlit fyri umhvørvinum hevur  eisini verið ein av orsøkunum til  oljuavgjaldið, men oljuprísurin  er í løtuni  so mikið høgur,  og útlitini fyri minking so døpur, at hesin í sær sjálvum tvingar fólk at spara olju, eisini sjálvt um avgjaldið fellur burtur. Skuldi prísurin hinvegin minka munandi, so vil Miðflokkurin viðmæla, at venda aftur til prísreguleringina í 1992-uppskotinum.

So gott sum øll orsøkin til høgu prísirnar er krígsstøðan í Ukraina vegna russiska álopið fyri gott ári síðani. Og lítið bendir tíverri á, at vit í nærmastu framtíð fara at síggja broytingar í hesum, og harvið í alheims oljuprísunum.

Hækkaða oljurokningin seinastu mánaðirnar er  so ovurhonds fyri vanliga føroyska húsarhaldið, at mong í dag hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman- og eru um at hokna undir byrðuni. Einamest rakar hetta barnafamiljurnar og tey, sum einans hava pensjón at líta á. Samstundis sum hesi stríðast fyri at finna útvegir lesa tey undrandi oljurokning sína, sum vísir, at stórur og hækkandi partur av hesari ikki fer í hendur teirra seljandi, men í landskassan. Ikki bert er talan um oljuavgjaldið, men hartil MVG-upphæddin, sum eisini økist saman við hækkandi oljuprísinum.

MVG-inntøka landskassans fyri liturin av olju er í dag kr. 1,80 oyru fyri liturin og er náðileyst hækkað, hvørja ferð prísurin á alheims marknaðinum er øktur. Umframt sjálvt oljuavgjaldið er hækkandi MVG-útreiðslan av olju soleiðis vorðin ein støðugt hækkandi eykabyrða fyri húsarhaldið.

Alheims príslegu hava vit politikarar lítla ávirkan á, men oljuavgjaldið og MVG gjaldið bæði kunnu og eiga vit at gera nakað við.

Uppskot Miðfloksins hevði beinanvegin havt við sær ein lætta upp á tey 80 oyruni fyri liturin, sum  í løtuni er fasta oljuavgjaldið. Tann lættin, hetta gevur, um enn lutfalsliga lítil, kann tó verða avgerandi fyri, um mong húski  megna byrðuna. Fyri eitt húski við meðal nýtslu svarar hesin lættin til umleið kr. 3000 árliga. Fyri landskassan verður talan um eina minni inntøku, sum tó lættliga verða vunnar aftur av øktu MVG inntøkuni, umframt at nakrar av hesum spardu krónum kunnu hugsast at verða brúktar til annað fyri landskassan inntøkugevandi virksemi.

 

Á Løgting,
Jenis av Rana
Steffan Klein Poulsen

Tíðindi

26. september 2023
Frá 12. viku til 18. viku – tá menniskjavirði verður skúgvað til viks!
Tað er tó rættiliga bekymrandi at lesa grundgevingarnar hjá meirilutanum fyri 18. viku.
14. september 2023
Skilagott uppskot um NLH
"Nú eru tíðirnar broyttar. Føroyar eru ikki isoleraðar longur, tú kanst síggja tónleik og sjónleik úr øðrum londum á netinum. Føroyar eru v…
12. september 2023
Góði Jógvan ...
... eg havi mínar royndir av fjølmiðlafólki, so eg velji at trúgva, at tú er skeivt endurgivin. Skrivar Jenis av Rana til Føroya Bisp
7. september 2023
Steffan spyr Ingilín um útgjaldslágmark
Orsakað av at landsstýriskvinnan ikki fekk svarað øllum spurningum til munnligar fyrispurningar mikudagin 6. september 2023, verða hesir spu…
30. august 2023
Jenis formaður í Útnorðurráðnum
Útnorðurráðið hevur sín 39. ársfund í Reykjavík í hesum døgum