10. februar 2023

Porno forboð í Fraklandi

Franska stjórnin vil seta lóg í gildið, um sama mál, sum fekk nógva umtalu í Føroyum.

Í 2020 setti Steffan Klein Poulsen fram fyrispurningum um hvussu vit kunnu verja børn móti porno á internetinum

Hetta málið fekk misjavna móttøku, men kortini fekk málið nógva umtalu.

Málið um at verja børn móti porno er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Ein roynd varð gjørd í Bretland, men uppskotið kom ikki á mál. Ein av orsøkunum var talgildar avbjóðingar.

Nú tekur Frakland máilð upp. Jean-Noël Barrot, ráðharrin í talgildummálum (Minister for Digital Affairs), sigur at 2023 er árið, har børn ikki longur sleppa á porno síðu. Hann vónar longu í september, at nýggja lógin kemur í gildi. At verja børn móti porno, var eisini eitt mál undir seinasta valstríði í Fraklandi.

Spurningurin er tí eisini til føroyingar: Er tíðin komin til at taka kjakið upp um porno, soleiðis at vit kunnu verja okkara børn og ungu móti porno. 

Skulu vit bíða eftir at "onnur lond, sum vit samanbera okkum við", innsíggja veikleikar hjá sær. Og tá fara at eftirlika teimum, og bøta um skaðan, ið longu er gjørdur? Alkohol í handlarnar er eisini eitt dømi um hetta.

 

Tíðindi

5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu
14. juli 2026
Syrgilig tíðindi á døgurða
... tíðindafólk burdu brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.
1. juli 2026
Svarti juli
Hví valdi nýggja samgongan eirindaleyst at halda fram á fosturtøkukósini?
25. juni 2026
Spurningur til Bárður á Lakjuni um KVF