7. september 2022

"Porno hevur oyðilagt mín heila”

Amerikanska sangstjørnan, Billie Eilish, ið er 20 ára gomul, fortelur nú um avleiðingarnar av porno.

Billie Eilish – unga ættarliðið sigur nú frá: “Porno hevur oyðilagt mín heila”


Amerikanska sangstjørnan, Billie Eilish, ið er 20 ára gomul, fortelur nú um avleiðingarnar av porno í hennara egna lívi. Hon byrjaði longu at hyggja eftir porno sum 11 ára gomul. Hetta er ikki óvanligt síðani internetið er komið. Porno tók yvirhond og oyðilegði hennara heila, sum hon sjálv tekur til. Seinni legði Billie kropp til óhóskandi ting, sum porno-bransjan gav eina mynd av at vera púra vanligt.


Tað, at vit menniskju kunnu blíva sera bundin av porno er ikki nýggj vitan. Tað, at pornografiska tilfarið blívur ógvisligari. At porno oyðileggur heilan. At porno syndrar relatiónir og gevur ungdóminum eina forkvaklaða mynd av sex, er heldur ikki nýggj vitan. Hetta eru alt viðurskifti, ið granskingin hevur víst á (peer-reviewed gransking). Samstundis er porno-bransjan ein sera myrk bransja har eitt nú sex-trafficking, harðskapur og valdstøka (neyðtøka) er gerandiskostur.


Hetta havi eg víst á í Føroyum, eins og fleiri aðrir politikarar og almennir persónar kring heimin hava gjørt. Trupulleikin er, at vit vera stemplaði at vera konservativ fólk, sum bert koma við moral-prædikum, um hvat menniskjan ikki skal gera. Tað, sum vit hava víst á, er nú sjón fyri søgn, tí talan er greið frá ungu Billie Eilish: “Eg haldi veruliga, at porno hevur oyðilagt mín heila og eg føli meg knústa av, at eg bleiv útsett fyri so nógvum porno”. Sumt av tilfarinum var so ógvusligt, at hon fekk marruna av tí.


Avleiðingarnar av porno eru oyðileggjandi fyri okkara unga ættarlið, sum veksur upp við internetinum, ið eftir hondini er ein inngrógvin partur av gerandisdegnum. Internetið (pallurin hjá porno-bransjuni) stendur víð opið fyri øllum føroyskum borgarum. Børn, ung og vaksin hava júst ta somu atgongdina til porno, tá tey reika á netinum. Tað syrgiliga er, at so at siga onki er gjørt við porno-trupulleikan síðani internetið kom. Hvørki í Føroyum ella aðrastaðni í vesturheiminum.


Spurningurin er nær vit vakna og gera okkurt við stóra trupulleikan ...


Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður fyri Miðflokkin

Tíðindi

19. juni 2025
Barnaporno og kynslig missnýtslan vaksandi trupulleiki
Barnaporno og kynslig missnýtslan av børnum er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum!
27. mai 2025
Tørvur á nýggjum sosial reformi
Miðfloksfólk hava altíð verði røsk at møta upp til ársfundirnar, og í ár var einki undantak.
23. mai 2025
Skráin fyri landsfundin
Landsfundur verður 23. mai
21. mai 2025
John, Tommy og Abbas.
Talan er um tríggjar kendar menn, sum eg nevni í yvirskiftini. Tveir teirra vóru í sjónvarpi Kringvarpsins í gjárkvøldið, har verturin enn e…
5. mai 2025
Tú ert ein klumpur av kyknum.
Eg og tú eru klumpar av kyknum. Støddin á klumpunum er ymisk. Men vit eru øll somul ein systematisk , fíntunað samling av livandi kyknum.