23. mai 2022

Hátíðarhald á Sendistovu Føroya í Ísrael

Í dag 23. mai var hátíðarhald á Sendistovu Føroya í Ísrael í samband við, at Føroya hava latið upp sendistovu í Tel Aviv.

Í dag 23. mai var hátíðarhald á Sendistovu Føroya í Ísrael í samband við, at Føroya hava latið upp sendistovu í Tel Aviv. Hátíðarhaldið er liður í vinnuferð, sum sendistovan fyriskipar, og sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, stendur á odda fyri.

Føroyska ferðalagið vitjar í Ísrael í døgunum 22-26 mai. Á skránni fyri vitjanina er m.a. vinnuvitjanir, framløgur um vinnulív í Ísrael og B2B tiltøk.

Á ferðini skal landsstýrismaðurin eitt nú hitta ísraelska varauttanríkisráðharran, Idan Roll, og mentamálaráðharran, Hili Trooper. Eisini vitjar landsstýrismaðurin Holocaust savnið,Yad Vashem.

Við í ferðalagnum eru umboð fyri Pelagos, Varðan, Hugskotið, Íverksetarahúsið, Bakkafrost, Nema og Klaksvíkar Kommunu.

 

Teksur er frá ummr.fo

Myndir eru frá Miðflokkinum

 

 

Tíðindi

30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!