11. oktober 2021

Hvørjar royndir eru gjørdar fyri at fáa sett serlækna í eldrasjúkum

Tordur spyr Kaj Leo

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari:  Tordur J. Niclasen, løgtingsmaður

Svarari:  Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Evni:  Serlækni í eldrasjúkum

 

Spurningur: 

Hvørjar royndir eru gjørdar fyri at fáa sett serlækna í eldrasjúkum og nær kann roknast við, at slíkur verður settur í heilsuverkinum?

Viðmerkingar:

Vit hava sum kunnugt nógvar serlæknar í Føroyum. Her er talan um læknar, ið hava fingið serútbúgving og royndir innan ávís øki. Sum dømi kunnu nevnast serlækni í barnasjúkum, serlækni í kvinnusjúkum, serlækni í hjartasjúkum, serlækni í lungasjúkum, serlækni í giktasjúkum, serlækni í eygnasjúkum og serlækni í oyrna/nøs-og háls sjúkum. Soleiðis kundi eg hildið á. Um ein serlækna kann sigast, at hann er serfrøðingur burturav á sínum øki.

At vit hava nógvar ymiskar serlæknar í føroyska heilsuverkinum er gott og gagnligt fyri okkum, ið  gera brúk av hesi tænastu – og í nógvum førum ger hetta tað, at kanningar og viðgerðir í stóran mun kunnu fremjast í Føroyum – ella um neyðugt, uttanlands, við ávísing av serlækna.

Men, tað er ein serlækni, sum, mær vitandi, ikki er at finna í føroyska heilsuverkinum – og tað er bæði spell og stórliga at undrast yvir.

Her hugsi eg um serlækna í geriatri – ella lækna, ið hevur serútbúgving at taka sær av sjúkum, sum raka eldri.

Ein serlækni í ”eldrasjúkum” er serkønur í at kanna, diagnostisera og viðgerða eldri menniskju. Bæði tá talan er um bráðfeingis sjúkur eins væl at útgreina og seta út í kortið endurvenjingarætlanir. Mangan hava eldri fólk ymiksar sjúkur samstundis at stríðast við. Ymiskar sjúkur, ið krevja ymiskan heilivág samstundis. Um geriataran kann sigast, at hansara føleiki er ikki avmarkaður til eina ávísa sjúku, men heldur  ger hann sær eina heildarmeting av tí sjúka og hvat skal til, til tess at linna um støðuna ella lekja tann sjúka.

Tá hugsað verður um eldru borgarar okkara, sum búgva heima hjá sær sjálvum ella hjá avvarðandi  og/ella á ellis-og røktarheimum og á sambýlum kring landið – og sum stríðast við sjúkur, sum raka á ellisárum, ja, so er at harmast um, at eingin serlækni í “eldrasjúkum” finst í føroyska heilsuverkinum.

Í samgonguskjalinum stendur, at “Fleiri serlæknar verða settir, herundir eisini ein serlækni í eldrasjúkum.”

Tað er í hesum sambandi, at fyrispurningurin verður settur.

 

 

Á Løgtingi, 7. oktober 2021

 

Tordur J. Niclasen

Tíðindi

5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu
14. juli 2026
Syrgilig tíðindi á døgurða
... tíðindafólk burdu brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.
1. juli 2026
Svarti juli
Hví valdi nýggja samgongan eirindaleyst at halda fram á fosturtøkukósini?
25. juni 2026
Spurningur til Bárður á Lakjuni um KVF