9. september 2021

Jørgen svarar § 52a fyrispurningi frá Steffan

Um sølu av brúktum vørum (antikk) og meirvirðisgjaldi

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Søla av brúktum vørum (antikk) og meirvirðisgjald

Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta meirvirðisgjaldslógina við tí endamáli at seta skipan í verk, sum ger tað møguligt hjá m.a. seljarum av brúktum vørum og lutum at rinda meirvirðisgjald av vinninginum og ikki av søluprísinum?

2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvør fíggjarligi kostnaðurin av hesum hevði verið?

Viðmerkingar:
Tað eru ikki nógvir “antikk handlar” og líknandi virksemi, har brúktar vørur verða seldar í Føroyum.

Einstakir “antikk handlar” hava verið, men livitíðin hjá hesum handlum hevur ikki verið long.

Ein av stóru avbjóðingunum hjá “antikk handlunum” er reglurnar um meirvirðisgjald.

Um ein “antikk handil” keypir eina brúkta vøru fyri 300 kr. og síðani selur hana fyri 400 kr., skal meirvirðisgjald gjaldast av søluprísinum.

Hetta hevur við sær, at vinningurin á 100 kr. verður etin upp av meirvirðisgjaldinum.

Hetta hóast meirvirðisgjald longu er goldið fyri vøruna, tá ið hon varð keypt nýggj.

Í Danmark er søla av antikk vørum eitt sera vanligt og útbreitt virksemi, og har er møguligt at velja at gjalda meirvirðisgjald eftir eini sokallaðari “brugtmoms”-skipan.

Skipanin ger, at meirvirðisgjald verður rindað av søluvinninginum og ikki av søluprísinum.

Á Løgtingi, 9. september 2021
Steffan Klein Poulsen
 

Tíðindi

7. oktober 2026
“Your nomination for the Nobel Peace Prize 2026 has been successfully submitted”
30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?