28. august 2021

Miðflokkurin 3 tinglimir

"Miðflokkurin ‘bjargar’ støðuni hjá samgonguni

Sanniliga gleðilig tíðindi í miðlunum í dag. Í nýggjastu veljarakanningini fær Miðflokkurin 3 tinglimir.

Jenis av Rana hevur gjørt eitt gott arbeiði í Landsstýrinum og Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen hava somuleiðis gjørt eitt megnar arbeiði í Løgtinginum, og hetta sæst aftur í kanningini.

Hetta stendur til á portal.fo um veljarakanningina:

"Hesaferð er tað Miðflokkurin, sum ‘bjargar’ støðuni hjá samgonguni. Miðflokkurin stendur til at fáa 7,7 prosent av atkvøðunum. Tað er tað mesta, sum flokkurin hevur fingið, síðan Portalurin/Blaðið Vikuskiftið fór undir samstarv við Spyr.fo um regluligar veljarakanningar á heysti 2018.

Miðflokkurin fer við hesum góða úrslitinum eisini upp á trý umboð á tingi.

Miðflokkurin staðfestir harvið eisini sína støðu sum tann størsti av teimum smáu, tí Framsókn stendur at fáa 5,3 prosent og varðveita síni tvey umboð á tingi, meðan Sjálvstýri við 2,3 prosentum heldur ikki hesaferð sær út til at fáa umboðan á tingi."

Veljarakanningin er almenn og kann lesast á https://bladid.fo/by-date/2021-08-28#edition-article-46200

 

 

 

 

Tíðindi

30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!