10. august 2021

Kaj Leo svarar Bill

Fyrispurning nr. 52-001/2021 eftir § 52a í tingskipanini um vitjanir á sjúkrahúsunum frá Bill Justinussen, løgtingsmanni

Svar uppá
Dagf. 6. august 2021 HMR J. nr. 21/15233-5

Fyrispurning nr. 52-001/2021 eftir § 52a í tingskipanini um vitjanir á sjúkrahúsunum frá Bill Justinussen, løgtingsmanni

Fyrispurningurin var soljóðandi:

Spurningar:

Er tað framvegis galdandi, at bert koppsettir borgarar kunnu vitja sjúklingar á sjúkrahúsunum?


Hvør er orsøkin til, at ikki koppsettir borgarar sambært skrivinum frá 13. juli ikki sleppa at vitja síni kæru á sjúkrahúsunum?


Hvør er munurin á einum koppsettum persóni og einum ikki koppsettum persóni, um báðir hava eina galdandi negativa koronukanning?


Hvørja heimild hevur sjúkrahúsleiðslan at gera mun millum koppsettar borgarar og ikki koppsettar borgarar?


Tekur landsstýrismaðurin undir við hesum mismuni millum føroyskar skattaborgarar?


Fer landsstýrismaðurin at broyta treytirnar fyri, hvør kann vitja síni kæru á sjúkrahúsunum?


Svar:

 

Til spurning 1

Nú smittutalið er minka munandi, ber aftur til at vitja á sjúkrahúsunum uttan serlig fyrilit.

Til spurning 2

Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgd av, at umstøður á sjúkrahúsunum kunnu forsvarast heilsufakliga, og at sjúklingatrygdin er í lagi, soleiðis at allir sjúklingar á sjúkrahúsunum kunnu kenna seg tryggar.
Sjúkrahúsleiðslan hevur síðani koronasmitta fór at gera um seg í Føroyum, áhaldandi tillaga umstøðurnar innanhýsis á sjúkrahúsunum í mun til smittuvandan í samfelagnum við tí endamáli at verja sjúklingar. Tá smittutalið øktist ógvusliga herfyri, gjørdust borgarar í iva um hvørjar reglur vóru galdandi fyri vitjan, tí Sjúkrahúsverkið áður hevur latið aftur fyri øllum vitjandi.

Av tí at koppsettir borgarar ikki eru at meta sum smittuberar, varð boðað frá á heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum, at hesi framvegis kundu vitja á sjúkrahúsunum, tó vit atliti at almennu tilmælunum um frástøðu og handreinføri. Um umstøður vóru, sum talaðu fyri vitjan frá avvarðandi, sum ikki vóru koppsett, hevur meting verið gjørd í hvørjum einstøkum føri úti á deildunum.

Til spurning 3

Onki krav hevur verið um, at koppsett skuldu hava negativa koronukanning fyri at vitja á sjúkrahúsunum, burtursæð frá teimum, sum koma heim úr útlondum. Hesi verða øll kannaði við komu til landið. Men mett varð, at Delta-varianturin smittar so skjótt og illa, at hóast eina negativa test frá degnum fyri, kundi ein vitjandi, sum ikki var koppsettur, møguliga økja um vandan fyri at bera smittu við inn á sjúkrahúsið. Eitt nú hevur ikki verið óvanligt at fólk, sum eru testað negativ ein dag, eru testað positiv fáa dagar seinni.

Til spurning 4

Tað er ein leiðsluavgerð, hvussu umstøðurnar innanhýsis á sjúkrahúsunum eru tillagaðar í mun til smittuvandan úti í samfelagnum. Hetta er gjørt fyri at verja sjúklingar.

Til spurning 5

Landsstýrismaðurin hevur fult álit á, hvussu Sjúkrahúsverkið handfer íkomnu støðuna við korunusmittuni. Sjúkrahúsverkið hevur higartil megnað uppgávuna sera væl og hevur stórt rós uppiborið fyri handfaringina av støðuni.

Til spurning 6

Landsstýrismaðurin ætlar ikki at leggja seg út í, hvussu Sjúkrahúsverkið tillagar sítt virksemi í mun til smittuvandan í samfelagnum.

 

Heilsumálaráðið, 6. august 2021

Kaj Leo Holm Johannesen

landsstýrismaður

Tíðindi

19. juni 2025
Barnaporno og kynslig missnýtslan vaksandi trupulleiki
Barnaporno og kynslig missnýtslan av børnum er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum!
27. mai 2025
Tørvur á nýggjum sosial reformi
Miðfloksfólk hava altíð verði røsk at møta upp til ársfundirnar, og í ár var einki undantak.
23. mai 2025
Skráin fyri landsfundin
Landsfundur verður 23. mai
21. mai 2025
John, Tommy og Abbas.
Talan er um tríggjar kendar menn, sum eg nevni í yvirskiftini. Tveir teirra vóru í sjónvarpi Kringvarpsins í gjárkvøldið, har verturin enn e…
5. mai 2025
Tú ert ein klumpur av kyknum.
Eg og tú eru klumpar av kyknum. Støddin á klumpunum er ymisk. Men vit eru øll somul ein systematisk , fíntunað samling av livandi kyknum.