8. juli 2021

Umboðsmaðurin: Landsstýrismaðurin ger av hvør fær filmsstuðul

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevði sín fulla rætt til at nokta teknifilmsrøðini "Skúla Scam" filmsstuðul. Tað hevur Løgtingsins umboðsmaður staðfest.

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um avgerð hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum, at nokta stuðli til filmsverkætlanina “Skúla Scam” vegna málbrúkið í filminum.

Klagarin førdi í klagu sínari m.a. fram, at landsstýrismaðurin við sínari avgerð um at nokta stuðul til filmsverkætlanina, gekk ímóti tí, ið Løgtingið upprunaliga hevði ætlað við stuðli til slíkar filmsverkætlanir, eitt nú, at stuðul verður veittur eftir tilmæli frá yrkisfólki og óheft frá politiska myndugleikanum.

Umboðsmaðurin helt tó, at hóast okkurt kundi verið øðrvísi og betri í málsviðgerðini, so var onki at finnast at.

 

Álitið kann lesast her:

 

Tekstur: vp.fo og kvf.fo

Mynd: úr skúlascam

Tíðindi

30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!