4. mai 2021

Lógin má endurskoðast

Tað eru 120 umsorganaryvirtikin børn í Føroyum og svarar hetta til áleið 1% av øllum børnum í okkara landi.

Tað eru 120 umsorganaryvirtikin børn í Føroyum og svarar hetta til áleið 1% av øllum børnum í okkara landi.

Hetta eru sera nógv børn talan er um, men samanborið við onnur lond, so er talið av avgerðum um umsorganaryvirtøku í Føroyum áleið tað sama, sambært landsstýriskvinnuni í svari til fyrispurning - les her.

Tað at enda í einum barnarverndarmáli, sum familja, er sera hart. Bæði fyri barnið og foreldrini.

Fleiri borgarar og starvsfólk á økinum, hava givið okkum eina fatan av, at amboðið “umsorganaryvirtøka” liggur for ovarlaga í amboðskassanum hjá barnaverndini.

Hinvegin hava aðrar røddir víst á, í samband við hendan fyrispurningin, at søgan oftani vendur øvugt.

Altso at tað verður handlað ov seint við umsorganaryvirtøku.

Hetta lýsir sera væl hvussu trupult hetta málið er og tað viðurkenna vit.

Vit halda tó, at tað er umráðandi at kasta ljós á barnaverndina, tá ónøgdin tykist at vera so stór um fleiri avgerðir, sum vera tiknar har.

Lógin má endurskoðast og møguliga strukturellar broytingar skulu til, fyri at fáa hetta øki at koyra betri.

Steffan Klein Poulsen vegna Miðflokkin

 

Tíðindi

30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!