3. februar 2021

RÚSEVNI FLOYMA INN Í OKKARA LAND

Í hesum sambandi, hevur Miðflokkurin fleiri ferð lagt uppskot fram, um m.a. at styrkja eftirlitið við okkara landamørk.

Tað er stórt fokus á teimum fysisku rúsevnunum, sum koma inn í landi í stórum nøgdum. Hetta er ein álvarsamur trupulleiki, sum als ikki má fáa yvirvald í okkara lítla samfelagi.

Í hesum sambandi, hevur Miðflokkurin fleiri ferð lagt uppskot fram, um m.a. at styrkja eftirlitið við okkara landamørk.

Tað er tó eitt rúsevni, sum ikki hevur fysiskan form, men floymir inn í landi ígjøgnum internetið. Tað er porno.

Hetta er ein fjaldur svullur í okkara samfelagi, sum eg áhaldandi ætli at kasta ljós á.

Eins og ein narkoseljari vil lata tann fyrsta rúsin ókeypis, við framtíðar sølu fyri eyga, so noyðist tú ikki at fara longur enn inn á YouTube, fyri at finna “barna-tilfar” fult av seksuellum undirtónum, við vón um at fanga børn og ung í hesum. Framleiðarin av porno brúkar somu snildir, sum tann ið framleiðir fysisk rúsevni.

Eg kundi lýst oyðileggjandi ávirkanina porno hevur, út frá so nógvum vinklum...

Tað stutta av tí langa er, at internetið er gjøgnum-syrgað við pornografi, sum ØLL við interneti hava atgongd til. Børn sum vaksin.

Mín vón er, at myndugleikar og foreldur eisini fara at síggja álvaran í hesum. Ungdómurin hevur brúk fyri upplýsing og verju ímóti porno, ið kann oyðileggja tey, líka so væl sum fysisk rúsevni gera.

 

Steffan Klein Poulsen

Tíðindi

1. juli 2026
Svarti juli
Hví valdi nýggja samgongan eirindaleyst at halda fram á fosturtøkukósini?
25. juni 2026
Spurningur til Bárður á Lakjuni um KVF
24. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis um grøna orkuskiftið ... again
23. juni 2026
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
22. juni 2026
Steffan spyr Aksel
Hvussu fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at vit ikki brúka óneyðuga starvsfólkaorku hjá tí almenna uppá uppgávur, sum vitlíki kann loysa…