28. oktober 2020
John Rajani settur sum sendifólk á Føroya Sendistovu í Ísrael
John Rajani er settur í starvið sum sendifólk á Sendistovu Føroya í Tel Aviv í Ísrael frá 1. desember 2020 at rokna.
John Rajani er 51 ára gamal og útbúgvin innan búskap og leiðslu frá Danmark og Stórabretlandi. Hann er giftur og eigur trý børn, og hevur virkað í ráðgevaravinnuni tey seinastu árini.
John Rajani var sendimaður í London frá 2002 til 2005, og var við til at byggja sendistovuna í London upp. Hann hevur drúgvar royndir bæði í í miðfyrisitingini og í privatu vinnuni. Í fíggjarvinnuni hevur hann tíggju ára royndir á leiðslu- og stjórnarstøði úr BankNordik.
Mynd© Klara Johannesen Kelda: ummr.fo
Innslag frá Degi og Viku kann eisini síggast via hesa leinkju - frá 23:25 min
Kelda: kvf.fo
Tíðindi
30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
