16. mai 2020

Bjarni blandar tingini saman

Miðflokkurin virðismetir persónliga frælsið, men fyriheldur seg til veruleikan.

Eitt “generelt pornofiltur” er ikki tað sama sum “at gera mun á vaksnum og børnum”. Bjarni Kárason Petersen blandar tingini saman, tá hann, á hvat.fo, úttalar seg soleiðis: “Bjarni Kárason Petersen slær fast, at eitt slíkt filtur, sum Jenis tosar um, ber ikki til at gera reint praktiskt, uttan so at tað verða gjørd álvarslig inntriv í privatlívið hjá fólki.”


Í mínum fyrispurningi til Helga Abrahamsen, spurdi eg, um vit kundu gera mun á internet-reikanini hjá vaksnum og børnum. Hetta fyri at børn vera vard ímóti porno, og at vaksin framvegis hava fulla ábyrgd av sær sjálvum viðvíkjandi porno. Hetta krevur, sambært Helga Abrahamsen, eyðmerking av øllum borgarum í samfelagnum.


Tað, sum eg seinni vísti á, og sum Jenis eisini vísir á nú, er at vit kunnu gera eitt generelt pornofiltur við at víðka galdandi barnapornofiltur. Tá er ikki neyðugt at eyðmerkja okkara borgarar. Hetta blívur av tí sama ikki eitt líka stórt inntriv í persónliga frælsið.

Ein einføld mynd uppá hetta kundi verið, at eingin børn sluppu út á Tinganes og at vit høvdu tveir møguleikar fyri at kontrollera hesum.

Fyrsti møguleiki: Vit seta eitt GPS-chip á allar borgarar í Føroyum, soleiðis at øll óviðkomandi verða steðgað áðrenn tey koma út á Tinganes. (Eyðmerkja børn og vaksin á internetinum).

Seinni møguleikin: Vit seta eitt hegn upp, sum forðar fólki at koma út á Tinganes. (Eitt generelt filtur fyri porno). Tann seinni møguleikin, er als ikki eitt stórt inntriv í privatlívið, samanborið við tann fyrra.

Sensururin vil bara sensusera tað, sum longu er ólógligt

Eg vil enn einaferð undirstrika, at vit hava eina lóg í Føroyum, sum bannar sølu av porno. Trupulleikin er, at internetið stendur víð opið fyri øllum borgarum, eisini børnum, í Føroyum.

Eg sigi ikki, at eitt generelt filtur kemur at loysa allan trupulleikan, men okkurt má gerast fyri at verja okkara børn.


Miðflokkurin virðismetir persónliga frælsið, men fyriheldur seg til veruleikan


Persónliga frælsið hevur eitt ótrúliga høgt virði. Tað er tó sera ringt at finna nakað frælsi í porno-ídnaðinum.
Føroyingar, sum reika á internetinum, hava fría atgongd til porno. Bæði børn og vaksin. Hetta kann skjótt føra til bundni av porno, og porno normaliserar eisini sera grovar handlingar. Pornonýtarin er meiri bundin av porno enn frælsur til at síggja tað.

Porno-framleiðslan er eisini sera myrk. Hon inniber sexhandil (trafficking), misnýtslu av børnum (barnaporno) og aðrar grovar gerðir, sum ikki koma tætt at persónligum frælsi.

Miðflokkurin vil, í stríðnum ímóti porno, senda meiri enn bara eitt signal, tí Miðflokkurin sær alvorin í hesum myrka ídnaði og teimum avleiðingum, sum hetta hevur fyri menniskju.

Vit mugu fyrihalda okkum til hendan veruleikan og seta okkum sjálvum hendan spurningin: geva vit frælsi ella taka vit frælsi frá borgarum við at sensurera porno?

Steffan Klein Poulsen, løgtingslimur

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.