1. mai 2020

Helgi Abrahamsen svarar Steffan

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, svaraði uppá fyrispurning frá Steffan Klein Poulsen um at verja børn frá pornografi á netinum.

 

Samandráttur frá svari sum Stefftan Klein Poulsen gav Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, í tinginum í dag í samband við skrivliga fyrispurning hansara til Helga Abrahamsen, um at verja børn frá pornografi á netinum: 

Verja børn ímóti porno á internetinum
Í dag bleiv mín skrivligi fyrispurningur, um at verja børn ímóti porno, til Helga Abrahamsen, ið varðar av Føroya Tele, svaraður og viðgjørdur á Løgtinginum. Her er ein stuttur samandráttur av mínari fyrstu røðu til viðgerðina, har eg lýsi bakgrundina fyri mínum fyrispurningi. Tú kanst lesa alla røðuna á mínari heimasíðu steffan.fo

Porno hevur meira ella minni altíð verið til staðar – støðan í dag er tó serstøk
Frá at skula út í almenningin eftir pornografiskum bløðum ella filmum, er borgarin í dag bara nøkur fá músa-klikk frá pornografiskum filmum á internetinum. Frá 1998 til 2007 vaks talið av pornografiskum heimasíðum við 1800%. Tað vaks so nógv, at í dag er áleið 30% av øllum tilfari á internetinum porno-relaterað.

Fyri at taka samanum, so hevur porno altíð verið til staðar í onkrum formi. Tað hevur tó ongantíð verið so lætt at koma til porno sum nú. Og ongantíð fyrr hevur pornografiska tilfarið verið so grovt og rúgvismikið sum í dag.

Avleiðingin av porno - heilin, hjartað og heimurin
Heilin er umbroytiligur, bæði til tað góða og tað ringa.
Tað finnast fleiri vísindafólk, sum granska í heilanum, og sum meta, at porno ávirkar evnafrøðilig viðurskifti í heilanum. Eins og misbrúkarin við tíðini vil økja um rúsin og søkja sterkari rúsevni, vil ein, sum hyggur at porno, fáa eina tráan eftir meiri og grovari tilfari. Hetta er orsøkin til, at pornografiska forbrúkið ofta fer frá at vera einaferð um mánaðin til einaferð um dagin. Frá tí milda til tað meiri ógvisliga.

Hjartað er eitt súmbol uppá okkara relatiónir.
Øll ynskja at hava góðar og sunnar relatiónir, serliga við makan. Porno kann oyðileggja hesa relatiónina, tí brúkarin av porno blívur meiri kritiskur mótvegis makanum og minni nøgdur við sexlívið.

Til síðst er tað samlaða avleiðingin á allan heimin.
Nú havi eg tosað um, hvussu tann einstaki verður ávirkaður av porno. Vit vita, at tað eru sera nógvir forbrúkarir av porno kring heimin tilsamans. Prøva so og hugsa um hvat hendir, tá vit falda ávirkanina á tann einstaka við fleiri milliónum brúkarum!? Altso, hvat er samlaða avleiðingin, tá ið fleiri milliónir fólk hyggja at porno? Avleiðingin er ein stórur og óhugnaligur pornoídnaður, sum sex trafficking m.a. er ein partur av.

Kanningar av porno eru góðtiknar eftir strangum reglugerðum – peer reviewed
Tær kanningar, ið eru gjørdar av porno, eru ikki bundnar at nakrari religión ella persónligari meining. Tær eru kanningar, ið hava verið “peer reviewed”, eisini kallað “referee reviewed”, sum í grundini merkir, at tær eru góðtiknar eftir strangum reglugerðum. Tær eru komnar ígjøgnum nálareygað.

Hesum vil eg ikki útseta føroysku børnini fyri
Hetta er bakgrundin fyri mínum fyrispurningi. Porno er sera oyðileggjandi, ja nógv meiri enn hvat flestu fólk geva sær far um. Eg kann ikki bara lata tað standa til, tá ið eg havi sett meg inn í hetta málið og síggi hvat tað kann gera vit eitt samfelag. Børnini eru líka illa vard sum tey vaksnu á internetinum. Tað er orsøkin til hendan fyrispurningin.

Steffan Klein Poulsen

 

Upprunalig fyrispurningurin hjá Steffani og svarið frá Helga Abrahamsen kann lesast her. 

Tíðindi

29. mai 2020
TUNLARNIR NORÐUR UM FJALL EIGA TØRN
TNF eru mest átrokandi íløgan í Føroyska vegakervinum – fólkatal, ferðsla og trygd
16. mai 2020
Bjarni blandar tingini saman
Miðflokkurin virðismetir persónliga frælsið, men fyriheldur seg til veruleikan.
14. mai 2020
Brýtur løgmaður stýrisskipanina?
Fjarskifti hevur onki við korona at gera.
4. mai 2020
Hvussu verja vit børn ímóti porno á netinum?
Steffan Klein Poulsen og Bjarni K. Petersen skifta orð um evnið í Góðan Morgun Føroya í KVF.
17. apríl 2020
Porno drepur kærleikan
Bundni av porno er ein stórur trupulleiki kring heimin.