Aksel Kambskarð Berg

Familjan í fokus

Aksel er formaður í UfM og stillar upp fyri Miðflokkin til løgtingsvalið 08. desembur. Hann er 26 ára gamal, giftur og eigur ein son. Hann arbeiður til dagligt sum lækni. 

Hjartamálini hjá Akseli eru:

  • Lógarstaðfesta rættin til lív
  • Styrkja heilsuverkið
  • Gera gerandisdagin lættari hjá barnafamiljum

Trýst her fyri at vitja politisku Facebooksíðuna hjá Akseli 

Jórun Pólsdóttir

Virðing fyri einstaka menniskjanum og náttúru.

Jórun stillar upp fyri Miðflokkin til Løgtingsvalið 8. desembur. Hon er 32 ára gomul og býr í Fuglafirði. Hon er gift, mamma og er lívfrøðingur.

Hjartamálini hjá Jóruni eru:

  • Lættari gerandisdag fyri barnafamiljur
  • Loysnir á sosiala økinum
  • Virðing fyri føroysku náttúruni

Trýst her fyri at vitja politisku Facebooksíðuna hjá Jórun 

Steffan Klein Poulsen

Menniskja virðið er óendaliga høgt!

Steffan Klein Poulsen stillar upp til Løgtingsvalið 8. desembur. Hann er 26 ára gamal, lesandi og býr í Norðdepli saman við konuni Rebekku.

Hjartamálini hjá Steffan eru:

  • Tryggja rættin til lívið
  • Fleiri lestaríbúðir til lesandi
  • Smidligan gerandisdag til familjuna
  • Verja børn og ung ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum

Trýst her fyri at vitja politisku Facebooksíðuna hjá Steffan 

Rósa Tyril Gaardlykke

Rætturin til lívið og frælsi at skipa egið lív!

Rósa er 29 ár, gift og mamma at fýra børnum. Hon er sjúkrarøktarfrøðingur, og lesur í løtuni MSc í heilsuvísund við ætlan um at granska innan heilsu. 

Rósa brennir millum annað fyri:

  • At ansingarpengar fylgja børnunum.
  • At almennar útreiðslur ikki halda áfram at vaksa ótálmaðar.
  • At pensjónistar kunnu arbeiða meira uttan mótrokning í pensjón.
  • At barsilsskipanin verður meira smidlig so foreldur hava betri möguligar at skipa barsilin sum tey ynskja.

Trýst her fyri at vitja politisku Facebooksíðuna hjá Rósu 

Bill Justinussen

Við Miðflokkinum veitst tú, hvat tú fært!

Bill var við til at stovna Miðflokkin í 1991. Hann hevur verið virkin í Miðflokkinum øll árini. Hann er 59 ára gamal, giftur og eigur 3 børn. Hann arbeiðir sum bókhaldari.

Hjartamálini hjá Bill eru:

  • Øll hava rætt til góð barnaár
  • Smidligar vælferðartænastur eftir tørvi hins einstaka
  • Sleppur vinnan at vaksa, fær landskassin meira

Trýst her fyri at vitja politisku Facebooksíðuna hjá Bill 

Rani Andrasson Skaalum

Introtekstur:

Rani Andrasson Skaalum er formaður í floksstjórnini hjá Miðflokkinum og stillar upp til løgtingsvalið 8. desembur. Hann er 39 ára gamal, útlærdur lærari, giftur við Aleksandru, og saman eiga tey fýra synir.

Hjartamálini hjá Rana eru:

  • Familjan er kjarnin í einum sunnum samfelag
  • Skúla-, almannaverk og psykiatriin mugu endurskoðast og styrkjast
  • Vinnan og tað almenna eiga í felag ábyrgdina av at menna okkara samfelag

Jenis Av Rana

Kristnu virðini eiga at vera grundstøði Føroya!

Jenis er formaður í Miðflokkinum og er útbúgvin lækni. Hann hevur drúgvar royndir í politikki. Hann var Uttanríkis- og Mentanarráðharri frá 2019 til 2022. 

Hjartamálini hjá Jenisi eru:

  • Kristnu virðini eiga at vera grundstøði Føroya
  • Allir Føroyingar eiga sama lut av tí ríkidømi, Skaparin gevur okkum
  • Føroyar eiga at ávirka alheimspolitikkin við øllum tí góða, vit ervdu fedrum av

Palma Sámalsdóttir Rasmussen

Lætta um gerandisdagin hjá barnafamiljum

Palma Sámalsdóttir Rasmussen er búsitandi í Søldarfjørđi. Palme er útbúgving sum skrivstovukvinna, men arbeiðir í dag sum krambakvinna hjá Miđberg Bakaríið.

Hesi eru nøkur av hjartamálunum hjá Palmu:

  • At vit verja børnini ímóti øllum tí sum floymir inn í Føroya Land millum annað indoktrinering
  • At rættartrygdin fyri børn og foreldur verður høgt ræðfest
  • At gera nakað munagott fyri at hjálpa foreldrum við rúsdrekka trupuleikum

Frank Jacobsen

Hvør einstakur skal hava persónligt frælsi, og eigur at taka ta ábyrgd, sum fylgir frælsinum.

Frank er 55 ár, lærari, arbeiðir við leiðslu og lesur MA í leiðslu og skipan. Er eisini útbúgvin marknaðarøkonomur og hevur Dipl. á masterstigi í vegleiðing

Hjartamálini hjá Frank eru:

  • Familjan er grundarsteinurin í samfelagnum
  • Øll børn hava rætt til pápa sín
  • Útbúgving er leiðin fram
  • Heilsa, størri fokus á fyribyrging so minni tørvur verður á viðgerð
  • Skattaskipanin skal tillagast so tað verður liviligari hjá støkum

Jann Johannesen

Lætta um gerandisdagin hjá barnafamiljum

Jann er búsitandi í Kaldbak. Jann arbeiðir sum sølumaður hjá KJ.

Hesi eru nøkur av hjartamálunum hjá Jann:

  • Verja ófødda barnið og rættin til lív
  • Eggja fyritøkum og stovnum til tillaga størv
  • Familjan skal sjálv avgera hvussu stovnpláss og barsilstíðin verður brúkt

Jóhanna Niclasen

Lætta um gerandisdagin hjá barnafamiljum

Jóhanna Niclasen er búsitandi í Klaksvík. Hon er útbúgvin Cand. Mag. í enskum og týskum og starvast dagliga sum tolkur og týðari. 

Hesi eru nøkur av hjartamálunum hjá Jóhonnu:

  • Smábørn - Pengarnir skulu fylgja barninum
  • Integratión - Síggja tilflytarar sum tilfeingi og ikki eina ”integratiónsuppgávu”

Ólavur í Geil

Landið er fyri fólkið, og ikki øvugt!

Ólavur í Geil er 42 ára gamal og býr á Strondum saman við Evu og teirra 3 børnum. Ólavur er stjóri í fyritøkuni Advent Management, og er eisini skrivari í Miðflokkinum. 

Ólavur brennir millum annað fyri:

  • At Føroyar fáa fleiri bein at standa á 
  • Eitt effektivt innovatiónssentur
  • Smáar fyritøkur skulu fáa sømulig kor at virka eftir
  • Minni bureaukrati

Bjørg av Rana

Lætta um gerandisdagin hjá barnafamiljum

Bjørg er búsitandi í Tvøroyri. Hon arbeiðir sum ljósmóður á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Bjørg er eisini virkin innan hjálpararbeiði í Kenya. 

Hesi eru nøkur av hjartamálunum hjá Bjørg:

  • Betra um umstøðurnar hjá barnakonum/familjum í suduroynni
  • Integratión
  • Útbyggja heilsuskúlan í Hovi

Terje B. Vestergaard

Lætta um gerandisdagin hjá barnafamiljum

Terje B. Vestergaard er útbúgvin lærari og býr í Saltangará. Hann er virkin í vinnulívinum, hevur verið býráðslimur í Runavíkar kommunu síðani
1. januar 2013, og so hevur hann eisini politiskar royndir úr Kristiliga Fólkaflokkinum, Sjálvstýri og eisini Miðflokkinum. 

Hesi eru nøkur av hjartamálunum hjá Terja:

  • Sjálvberandi búskap móti sjálvstýri
  • Verja rættin til lívið
  • Betri kor til frískúlar