8. apríl 2025

Skjóttgangandi bátar og árin teirra á sjófuglameingið

Jórun Pólsdóttir, løgtingskvinna, setir fram skrivligan § 52a fyrispurningur til Margit Stóra, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum.

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jórun Pólsdóttir, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stóra, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Skjóttgangandi bátar og árin teirra á sjófuglameingið

Spurningar:
1. Eru ætlanir um at regulera ferðslu á sjónum, so at hon ikki er ein bági fyri sjófugl í bútíðini, og um so er, verða atlit tikin til bæði búpláss og veiðipláss?

2. Ætlar landsstýriskvinnan at seta í verk kanningar at eyðmerkja týdningarmikil veiðipláss hjá sjófugli?

3. Vil landsstýriskvinnan arbeiða fyri at áseta hámarksferð, antin í eyðmerktum støðum ella við ávísari frástøðu úr landi, í bútíðini hjá sjófuglinum?

Viðmerkingar:
Ferðavinnan er ein vinna í menning. Søluvøran er í stóran mun føroyska náttúran, har «Unspoiled» (óspilt) hevur verið eitt av slagorðunum. Føroysku sjófuglastovnarnir, sum eru okkara ríkasta sjónliga djóralív, hava verið í minking í áratíggju.

T.d. vísa tøl frá fuglakanningarstøðini, at lomvigastovnurin er minkaður við heili 74% frá 1973 til 2023, og niðurgongdin hevur tikið dik á seg, við at stovnurin er minkaður við 42% frá 2009 til 2023.

Tøl fyri aðrar stovnar, t.d. lunda og ritu, vísa eisini støðuga niðurgongd yvir tíð.

Sveiggj í vistskipanini kunnu ikki forklára minkandi stovnarnar; tí bendir alt á, at mannaskapt virksemi er atvold til hesa syrgiligu gongd. Tað er av alstórum týdningi at skipa ferðavinnuna, so at hon ikki verður ein streingjandi faktorur afturat fyri viðbreknu sjófuglastovnarnar.

Skjóttgangandi bátar eru sjónliga órógvandi fyri sjófugl. Tað hevur fyrr verið víst á, at skjóttgangandi bátar órógva fuglabjørgini í bútíð, har gangurin frá bátunum loypir so stóran kvøkk á fuglin, at fuglurin óstortliga og í skundi rýmir frá eggum og ungum. Í Føroyum eru ávís øki góðkend sum Ramsar-øki, har hámarksferðin er 8 míl innanfyri 500 m úr landi. Hesi eru Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólmur.

Eitt, sum ikki hevur verið viðgjørt, er, hvørt bátaferðslan órógvar veiðandi fugl, og hvørji øki eru serliga týdningarmikil veiðipláss.

Sum dømi kann nevnast Hestfjørður, sum sær út til at vera eitt týdningarmikið veiðipláss fyri sjófugl. Í august 2024 vóru t.d. taldir upp í 1600 lundar í senn, sum veiddu í Hestfirði. Hesi lundarnir veiða til pisu sína, sum bíðar í holuni.

Somu dagar sigldu skjóttgangandi bátar í pendulfart við ferðafólki. Tá báturin hoyrist, gerast fuglarnir sjónliga sera skakkir og taka til rýmingar. Hetta bæði streingir teir, og fleiri missa fongin úr nevinum. Tá hetta hendir dagliga, fleiri ferðir um dagin, ávirkar tað bæði foreldur og pisu í hesi viðbreknu tíðini, har bøga og steggi brúka nógva orku at veiða bæði til sín sjálvs og pisuna.

Lundi, lomvigi, álka, skarvur, súla og onnur fuglasløg, kava eftir fongi, og fyri tey fuglasløg, har hoyrn undir vatni er kannað, vísa kanningarnar, at oyruni eru tillagað hoyrn undir vatni. Tí er væl hugsandi, at ljóðið frá bátunum eisini skakar fugl, sum eru undir kavi.

Á Løgtingi, 7. apríl 2025
Jórun Pólsdóttir         
 

Tíðindi

24. apríl 2025
EITT ANNAÐ, SUM IKKI MÁ HENDA.
.
22. apríl 2025
Tað loysur seg at velja Miðflokkin
Petur Takamasa Asano stillaði upp fyri Miðflokkin á kommunuvalinum í 2024. Hóast hann ikki varð valdur í býráðið, so hava hansara áhaldandi…
9. apríl 2025
Hvar var Miðflokkurin
Hvar er miðflokkurin í kvøld, nú Alment orðaskiti um pensjónsaldurin er í Smæruni?
1. apríl 2025
Jórun Pólsdóttir tikið sæti á Løgtingi
Jenis av Rana er í farloyvi úr Løgtingssessi sínum.
6. februar 2025
Viðkomandi spurningar um fosturtøku
Enn eru átøk, sum kunnu stuðla undir føðitíttleikan, tíverri ikki sett í verk, meðan talið av fosturtøkum hinvegin tíverri er javnt hækkandi…