3. oktober 2023

Tey misnýta teirra umboðan í javnstøðunevndini!

Viðmerking frá Jenisi um útmeldingina frá Javnstøðunevndini um fosturtøku.

"Løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn", soleiðis nevnist nevndin, hvørs umboð nú sjálvboðin bjóða seg fram í stríðnum móti ófødda og óseka barninum.

Tað var forkvinnan hjá teimum fimm umboðunum, sum á miðdegi, á ein sjáldsama óhjálpnan hátt, trein fram á palli útvarpsins.

Har royndi hon at verja nevndina, sum í hesum málinum arbeiðir beint móti endamáli lógarinnar við ikki bert at mæla til at taka javnrættin, men allan rætt, eisini rættin til lív, frá veikasta og mest verjuleysa føroyinginum.

Kalt og kensluleyst royndi hon seg við einum sjálvmótsigandi argumenti fyri og øðrum eftir.

M.a. at tey bæði atlitini, sjálvavgerðarrætturin hjá kvinnuni og rættur barnsins til lív, "tey koma altíð at mótstríða og annað argumentið "KEMUR ALDRIN AT VINNA, og at tað, at "vit hava ein veruleika har fosturtøkur verða framdar", gevur rætt til fosturtøku, uttan mun til um tað er loyvt ella ikki.

Til hesar úr rúgvuni valdu royndir nevndarinnar at hvítvaska hendur er at siga, at nevndin, við sínum óumbidna tilmæli, DØMIR BARNIÐ AT TAPA og mælir til at taka frá tí rættartrygdna til mest grundliggjandi mannarætindið- lívið.

Ein syrgilig skomm, at eingin í almennu nevndini valdið barnið, men at øll frásiga sær alla ábyrgd av tí, og skapa mismun millum tað og okkum føddu!

Grát mítt elskaða land!

Gott at vit hava menn og kvinnur, sum óboðin gera tað verjuarbeiði, sum m.a. hendan nevndin eigur at gera.

Menn og kvinnur í kirkjum, samkomum og flokkum, sum kunnu líta aftur um bak og gleðast yvir, at stríð teirra, tey seinastu tríati árini t.d., hevur tryggjað minst 1200 føroyingum lívið!

Jenis av Rana,
lækni
formaður Miðfloksins

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.