18. oktober 2022

Lat okkum broyta vanar og velja Miðflokkin stóran!

Vit í Miðflokkinum eru stoltir yvir tað fyrimynd, sum land okkara er!

At hugsa sær, at valevni eftir valevni kappast um at boða frá, at tey ætla sær á fólkating fyri ikki at røkja sessirnar.

Skilir tú tað?

Vit í Miðflokkinum skilja tað als ikki!

Men sjálvandi, vit hava ein politikk, sum vit eru stolt av og sum tolir at fara á hvønn pall, tað skal verða!

Ein virðispolitikk, sum er grundaður á eitt støði, sum heldur.

Ein politik, sum verjir samfelag, einstaklingar og kristna grundarlagið, tjóðin hvílir á.

Ein politik, sum manglar í mongum londum, tíverri eisini á fólkatingi.

Sessirnir eru ætlaðir til politiskt arbeiði, og har fylgir ongin klausul við, sum avmarkar arbeiðsøkið hjá føroysku fólkatingslimunum.

Sessirnir eru væl løntir, og hartil fylgir nógvur peningur við til at fremja arbeiðið.

So ongin undanførsla er fyri ikki at kunna gera grundleggjandi átøk, føroyingum, men eisini dønum, at gagni.

Vit í Miðflokkinum eru stoltir yvir tað fyrimynd, sum land okkara er!

Tí eiga vit at luttaka allastaðir, har høvið býðst, bæði í grannalondum, og runt heimin annars.

Og ístaðin fyri at leggja okkum opin fyri tí, sum rekur inn á okkum, eiga vit at menna eitt mótrák við øllum tí góða førningi, sum vit frá Skaparans hond hava fingið!

Lat okkum broyta vanar og velja Miðflokkin stóran!

Jenis av Rana,
formaður Miðfloksins

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.