27. september 2022

Framíhjárættur… GO’MORIN

Hvussu nógv meira skulu vit sum politikkarar krevja av eini vinnu, sum fyri 20 og 30 árum síðani kostaði landskassanum og privatpersónum í dýrum dómum?

FRAMÍHJÁRÆTTUR… GO’MORIN

Saman við einum kendum búskaparfrøðingi átti eg í einum alibrúki í 80’unum og 90’unum. Eins og umleið 60 onnur alibrúk, fóru vit so dundrandi á heysin mitt í 90’unum.

Tað var sanniliga ongin FRAMÍHJÁRÆTTUR at eiga alibrúk. Nógvar familjur fingu ein fíggjarligan smekk, sum tað tekur eitt heilt lív at bøta fyri. Alarar DUGDU IKKI at basa sjúkum, DUGDU IKKI ikki at samskipa brúkini umframt at møta ókendum avbjóðingum. Politikkarar DUGDU IKKI at lóggeva skilagott í hesi nýggju vinnu.

Í 2003 var aftur galið í alivinnuni. So at siga restin av alivinnuni fór tá á heysin. Eisini tá DUGDU ALARAR IKKI av basa ógvusligu biologisku avbjóðingunum. Bankarnir samlaðu leivdirnar upp og gjørdu avtalu við nakrar fáar, sum framvegis vóru ævigir optimistar, um at taka yvir. Talan var als ikki um nakran FRAMÍHJÁRÆTT til nakað, sum fólk runnu skríggjandi undan.

Tað er ikki ein FRAMÍHJÁRÆTTUR at fara á heysin.

Talan var als ikki um nakra politiska útluting av nøkrum FRAMÍHJÁRÆTTI, tá tríggjar fyritøkur sótu eftir við allari alingini í Føroyum. Talan var um eina pínufulla sanering, har bankarnir tóku tøk fyri at fáa onkran, sum í teirra eygum tyktist at hava skil fyri hesi ekstremt váðafullu vinnu, at royna seg.

Í 2010 varð Bakkafrost skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo. Allir føroyingar fingu í tilgongdini møguleika at útvega sær partabrøv fyri lægsta prís. Áhugin var so sum so. Framvegis vóru tað fá, sum sóu FRAMÍHJÁRÆTTIN, sum búskaparfrøðingar nú so altráir kalla tað.

 

DUGNASEMI… IKKI FRAMÍHJÁRÆTTUR

Tað er dugnasemi og lærdómur frá søguni, sum er grundarlagið undir føroyskari alivinnu ídag. IKKI FRAMÍHJÁRÆTTUR. Tí um talan var um FRAMÍHJÁRÆTT, hevði neyvan nakar farið á heysin av hesum rætti. Um talan var um FRAMÍHJÁRÆTT, høvdu vinnulívsfólk og íleggjarar kappast um at fingið fatur í alivinnuni í 2003. Og um talan var um FRAMÍHJÁRÆTT, høvdu allir føroyingar við nøkrum krónum á kistubotninum heldur enn fegnir útvegað sær partabrøv í Bakkafrost í 2010.

Nú DUGA alarar at basa sjúkum. Nú DUGA alarar at basa lúsini. Nú DUGA alarar at framleiða heimsins besta laks. Nú DUGA alarar at selja laksin til besta prís. At DUGA er ikki FRAMÍHJÁRÆTTUR.

 

SKAL DUGNASEMI BRANDSKATTAST??

Við lygiorðinum FRAMÍHJÁRÆTTUR hevur tað eydnast búskapar-elituni at sannføra samfelagið um, at vinningurin í alivinnuni skal brandskattast. Í ár kemur alivinnan við partafelagsskatti, eykaskatti og vinningsbýtisskatti at gjalda omanfyri hálva milliard inn í landskassan. Tá eru lønarskattur og skattur og mvg av avleiddum vinnum ikki íroknað. Hvussu nógv meira skulu vit sum politikkarar krevja av eini vinnu, sum fyri 20 og 30 árum síðani kostaði landskassanum og privatpersónum í dýrum dómum?

Um vit politikkarar ikki gerast alt ov gramm og glúpsk eftir vinninginum í alivinnuni, fer alivinnan framhaldandi at ganga fremst og útbyggja føroyska samfelagið, føroyska búskapin, landskassan og pengamappuna hjá hvørjum einstøkum føroyingi. Hinvegin.. eru vit ov gramm og glúpsk, kunnu vit skjótt taka hug og hegni úr alivinnuni við tí avleiðing, at vit øll gerast taparar.

 

Bill Justinussen

 

Tíðindi

19. november 2022
Metstór uppmøting til landsfund Miðfloksins
Formansfrágreiðing, fyribils valskrá og politisk úrslit frá seinastu trimum árunum vóru løgd fram, og gott og gevandi kjak var um hesi.
17. november 2022
Nýtt valevnið
Aksel Kambsskarð Berg stillar upp fyri Miðflokkin til komandi løgtingsval.
16. november 2022
Landsfundur Miðfloksins verður á Svangaskarði á Toftum
31. oktober 2022
Ger sum tey ungu, vel Miðflokkin!
30. oktober 2022
Ger Miðflokkin stóran!