17. mars 2022

Jenis svarað Steffani

Spurt varð um um seksualundirvísing á yrkis- og miðnámsskúlum

Niðanfyri er svarið, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað Steffani.

Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-137/2021 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um seksualundirvísing á yrkis- og miðnámsskúlum

Fyrispurningurin var soljóðandi:


1. Hvør er heimildin hjá yrkis- og miðnámsskúlum at loyva uttanhýsis felagsskapum og persónum at koma inn og hava seksualundirvísing fyri næmingum á miðnámi?

2. Hvørji ár hava uttanhýsis felagsskapir ella persónar havt seksualundirvísing fyri yrkis- og miðnamsskúlanæmingum?

3. Hava allir árgangir, t.v.s. 1., 2. Og 3. Árs næmingar, fingið seksualundirvísing hesi árini?

4. Hvat tilfar er lagt fram fyri yrkis- og miðnámsskúlanæmingunum árini 2017, 2018, 2019, 2020, 2021 og 2022?

5. Hvat vísindaligt grundarlag byggir tilfarið á?

6. Sleppa allir felagsskapir fram at í yrkis- og miðnámsskúlarnar at hava undirvísing?

7. Er tað komið fyri, at ein uttanhýsis felagsskapur hevur fingið noktað atgongd til yrkis- og miðnámsskúlarnar?

8. Um ja, hvørjir eru hesir felagsskapirnir?

9. Kann hugsast, at slík seksualundirvísing kemur inn í fólkaskúlarnar eisini?

Svar
Til 1: Grundleggjandi heimildin liggur í endamálinum í § 2 í lóg um yrkisútbúgvingar1 og í stevnumiðunum í § 1 i lóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar 2.

Her verður m.a. sagt, at útbúgvingarnar skulu verða “almennandi”, og at tær skulu menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan. Í § 13 í lóg um yrkisútbúgvingar verður sagt um almennu lærugreinirnar, at tær skulu miða ímóti at menna tann almenna kunnleikan og at styrkja ta persónligu menningina.

Í §12, stk. 3 í lóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar stendur, at leiðari útbúgvingarstovnsins m.a. hevur námsfrøðiligu ábyrgdina av øllum virkseminum á útbúgvingarstovninum mótvegis landsstýrismanninum sambært reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

1 Løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 30. apríl 2015

2 Løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 18. desember 2015

Sambært § 7, stk 2, í somu lóg, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð nærri reglur um skipan og innihald á breytunum, stig og vav av lærugreinum, og karmar fyri, hvar í breytunum lærugreinarnar koma fyri, og við hvørjum klokkutímatali.

Í kunngerð nr. 9 frá 2013 (Undirvísingarkunngerðini)3 stendur í §14, at útbúgvingartíðin fevnir um ta tíð, sum næmingurin skal nýta fyri at luttaka í undirvísing, sum lærari heldur, ella ta tíð, sum næmingurin skal nýta til annað virksemi, sum skúlin skipar fyri við tí endamálið at røkka málunum í útbúgvingini, t.d. innanhýsis termins- og ársroyndir, lestrarmenning, felagstímar, námsferðir, evnisdagar o.tíl.

Í § 19 í somu kunngerð stendur, at leiðari útbúgvingarstovnsins av samlaðu útbúgvingartíðini kann brúka í mesta lagi 8% til innanhýsis termins- og ársroyndir, felagstímar, evnisdagar o.tíl. Og í §29 stendur, at leiðari útbúgvingarstovnsins kann taka stig til at skipa tiltøk fyri allar næmingar ella partar av teimum so sum evnisdagar, felagstímar, innleiðsluskeið, ítróttatiltøk, sjónleik, tónleik o.tíl. Tiltøkini skulu hava til endmáls at røkka málunum í útbúgvingini.

Hvussu skúlaleiðarin skipar útbúgvingartíðina í samstarvi við einstøku lærarnar á teimum einstøku fakunum, er sostatt eisini ein spurningur um raðfesting. Út frá eini ítøkiligari meting í mun til endamálið, og í mun til raðfesting av tíðini, tekur leiðslan í skúlanum støðu til, og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, hvat annað virksemi skal verða, herundir eisini, hvørjir felagsskapir verða bodnir inn, eitt nú til seksualundirvísing.

Til 2: Vísandi til ítøkiliga evnið fyri spurningunum, so vóru fyrstu stigini, sambært Fólkaheilsuráðnum at skipa fyri hesari seksualundirvísing, tikin í 2017. Seinni gjørdist hetta til eitt skipað samstarv millum Fólkaheilsuráðið, Almannamálaráðið/Sig Frá, Føroya Politi og Amnesty Føroyar, ið saman við felagskapinum Kyn, fór undir at skipa fyri seksualundirvísing á yrkis- og miðnámsskúnum kring landið. Eisini hava átøkini “Sex krevur samtykki” og “Mynd krevur samtykki” verið partar av hesum.

Ein av skúlunum sigur frá, at síðani 2018 hevur Fólkaheilsuráðið biðið um høvi at vitja skúlan og hava tímar við 1. árs næmingum. Skúlin hevur játtað hesum og hevur ikki lagt seg út í, hvørji fólk Fólkaheilsuráðið sendir sum síni umboð. Talan hevur tó ikki beinleiðis verið um seksualundirvísing hvørja ferð. Í ár varð vitjanin hjá Fólkaheilsuráðnum (Vika sex) avlýst, tí skúlin henda dagin varð stongdur vegna veður. Hinvegin, so var Fólkaheilsuráðið inni til ein felagstíma um sálarheilsu í hesum sama skúla í heyst.

KYN er eitt felag, sum bleiv stovnað í 2019, og hetta er sostatt triðja árið, tey eru úti og undirvísa. Endamálið við Kyn er at hava seksualundirvísing og harvið kunna ung í Føroyum um seksuel evni m.a. kroppin, kynssjúkur, fyribyrging, seksuel rættindi og mørk. Kyn er politiskt og átrúnaðarliga óheft. Seksualundirvísararnir undirvísa sjálvbodnir.

Tiltakið eitur VIKA SEX, og eru tað undirvísarar frá Kyn, ið skipa fyri seksualundirvísingini.

Fyribils hevur hetta verið frá 2020 til og við 2022. Fyrsta árið t.d. Glasir hevði seksualundirvísing var í 2018, og hevur tað verið har á hvørjum ári.

3 Kunngerð nr. 9 frá 22. januar 2013 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum seinast broytt við kunngerð nr. 118
frá 19. juli 2019

Til 3: Undirvísararnir hjá KYN hava bjóðað sær til at koma út á allar yrkis- og miðnámsskúlar við Vika Sex-átakinum seinastu 3 árini. Ymiskt er frá skúla til skúla, hvussu nógvir næmingar tilsamans hava tikið lut í hesari undirvísing.

Kyn hevur einans undirvíst 1. árs næmingum í 2020, 2021 og 2022. Onkur skúli sigur frá, at undirvísingin hevur einans verið skipað til fyrsta árs næmingar, og at undirvísingin ikki hevur verið ætlað 2s, 3s, Fyrireikingarbreytini og eldri lærlingum.

Til 4: Á miðnámsøkinum hevur Nám givið út tilfar til fleiri ymisk fak. Einki av hesum er beinleiðis til seksualundirvísing, tí hetta er ikki, á líknandi hátt sum í fólkaskúlanum, eitt kravt serstakt undirvísingarevni á miðnámi. Seksualitetur er tó eitt evni, sum á ymsan hátt verður tikið við í undirvísingina á ymsum fakum á miðnámi, m.a. í samfelagsfrøði, sálarfrøði og lívfrøði. Sí annars svarið til spurning 5.

Tá talan er um seksualundirvísing frá felagsskapum uttanífrá, herundir Vika Sex hjá felagskapinum KYN, so hevur NÁM ikki verið partur av undirvísingini, og hevur heldur ikki veitt tilfar til hetta.

Frá onkrum skúla fáa vit at vita, at útbúgvingarleiðslan ikki hevur eftirkannað, hvat tilfar hevur verið brúkt, men hevur litið á, at tað, ið kemur frá Fólkaheilsuráðnum, er í lagi. Í 2018 var evnið “Mynd krevur samtykki”, í 2019 “Merk Mørk”, í 2020 og 2021 var tað seksualundirvísing.

Í 2020, 2021 og 2022 hevur felagsskapurin Kyn ment undirvísingartilfar við tí endamáli at menna seksuella heilsu og trivnað millum føroysk ung. Undirvísingartilfarið er býtt upp í høvuðsevnini: Anatomi, kynssjúkur, fyribyrging, seksuel rættindi, samtykki og mørk, seksualitet, kropsfatan og kenslur.

Tey nýta føroyskt tilfar og hagtøl, t.d. Heilsulýsing Landslæknans, bøkurnar; “Samfelagið - eg og vit øll” og “Kroppur, kenslur og kynslív.” Eisini brúka tey danskt tilfar frá Sex og Samfund og vísa til Mannarættindasáttmálan hjá ST. Til 2022 hava tey ment egið filmstilfar við føroyskum ungdómi, ið viðger aktuell evni, sum í ár var Kropsfatan. Undirvísingin er fjølbroytt við bæði teori, bólkaarbeiði, kjaki, filmum og spølum.
 
Til 5: Tilfarið, sum felagskapurin KYN hevur nýtt í sínari undirvísing, hava Marin í Dali, lækni, og Bjørt Lind, sálarfrøðingur og námslektari á Setrinum, lagt til rættis. Tilfarið er grundað á læknavísindi og sálarfrøði.

Viðvíkjandi skúlabókum, sum verða brúktar á yrkis- og miðnámsútbúgvingunum, so er tað grundleggjandi so, at tær ikki byggja á eitt ávíst vísindaligt ástøði, men á ymisk. T.d. í lívfrøðifakunum á miðnámsskúlunum eru nakrar av teimum vanligu bókunum “Biologi og udvikling” og “Biologi til tiden”, sum báðar hava partar, ið snúgva seg um sex. Hesar donsku bøkur eru grundaðar á náttúruvísindalig ástøði.

Harafturat kunnu vit vísa til, hvat stendur í námsætlanini í lívfrøði C, har tað undir kjarnaøkinum m.a. stendur: ”nøring hjá menniskjum, íroknað hormonjavning, kynssjúkur og fyribyrging”. Lívfrøði C er kravd hjá umleið helvtini av næmingum á gymnasialum miðnámi: á náttúrubreyt og hugbreyt, og sum vit skilja tað, eisini ein nógv vald vallærugrein á fyrireikingarbreyt.

Partur av sálarfrøðibókini hjá Hera Kragesteen, sum verður nýtt í Sálarfrøði á miðnámi, og sum lutvíst viðger evnið seksualitet, er fyri ein part bygdur á psykoanalysuna hjá Freud.

Í nýggju útgávuni “Føroysk Samfelagsfrøði – C-stig” eftir Joensen, Kristiansen, Mýri, Berg og Ihlen, viðger ein partur m.a. evnini familjumynstur, uppaling, samleiki og lívsformar v.m., sum kunnu hava nakað við evnið seksualitet at gera, uttan at tað kann sigast at verða ætlað til beinleiðis seksualundirvísing. Hesin parturin er í stóran mun grundaður í sosiologiskum ástøðum.

Fara vit til fólkaskúlan, so eru t.d. bøkurnar hjá Magnusi Gaard, ið verða nýttar til lívfrøðiundirvísingina, bygdar á lívfrøðiliga vísind. Og bókin ’Samfelagið -eg og vit øll’ til 9. flokk í fólkaskúlanum hevur m.a. tikið úrslit frá kanning hjá læknanum Marin í Dali við, sum eitur ’Vitan um seksualitet millum ung í Føroyum’.

Til 6: Vísandi til svarið til 1. spurning og sambært omanfyri nevndu lógum og kunngerðum, skulu næmingar og lærlingar búgvast, bæði fakliga og persónliga. Við hesum endamáli í huga verður javnan skipað fyri uttanífrá komandi framløgum, fyrilestrum, vitjanum, ráðstevnum o.ø. í skúlanum, ið so ella so kunnu fyrireika næmingar og lesandi bæði til yrkislívið og lívið.

Skúlarnir siga frá fleiri ymiskum felagsskapum, sum hava verið inni í skúlunum við undirvísing og kunning. Til dømis ABC sálarheilsa hjá Fólkaheilsuráðnum, Sinnisbati, vinafelagið FøroyarÍsrael, politiskir flokkar (ungmannafeløg), KFS, vinnufyritøkur, rithøvundar, aðrir útbúgvingarstovnar, Amnesty, Reyði Krossur, Blái Krossur o.o.

Men nei, tað sleppa ikki allir felagsskapir framat at hava undirvísing. Viðvíkjandi hvør sleppur inn ella ikki, so kann tað verða ymiskt frá skúla til skúla. Men undir øllum umstøðum skal ein ítøkilig meting frá leiðslu skúlans til, frá ferð til ferð.

Í teimum førum, har talan er um einstakar lærarar á yrkis- og miðnámi, sum fáa fólk inn uttanífrá at leggja fram um eitt ávíst evni sum part av undirvísingini, eitt nú í lívfrøði, so er hetta fyriskipað av leiðslu skúlans í samráð við avvarðandi lærara.

Í ítøkiliga førinum Vika Sex, sum spurt verður um, hevur tað verið fyriskipað umvegis skúlans leiðslu. Onkuntíð soleiðis, at KYN kemur inn í ein blokk og hevur seksualundirvísing í sambandi við eitt ítøkiligt fak, eitt nú lívfrøði, samfelagsfrøði ella føroyskt. Hetta hevur verið í 1-flokkunum.

Onkuntíð hevur tað eisini verið skipað sum eitt tilboð í felagshølunum í skúlunum, har KYN hevur havt undirvísarar og ymiskt kunningartilfar til tey, sum eru áhugað. Í hesum førum er tað sjálvboðið hjá næmingunum at taka lut, og fer ikki á sama hátt, sum tá tað gerst partur av annars skipaðu undirvísingini, av útbúgvingartíðini.

Til 7: Jú. Onkur dømi eru um at uttanhýsis felagsskapir ikki hava fingið atgongd til onkran skúla, og kunnu orsøkirnar vera ymiskar. Í onkrum føri eru felagsskapir vegleiddir til at kunna í frírúminum í skúlanum í steðgum, heldur enn at fáa atgongd til undirvísingartíðina hjá flokkunum.

Vit skilja á skúlunum, at tað eru nógvir felagsskapir, sum hava áhuga fyri at sleppa inn á skúlarnar og kunna um sítt virksemi. Vísandi til svarið til 1. spurning, er tí eisini givið, at skúlaleiðarin hevur skyldu til at raðfesta útbúgvingartíðina, eftirsum tíðin í einstøku lærugreinunum er avmarkað til galdandi námsætlanir. Av tí sama er tíðin til “annað virksemi” sera avmarkað.

Til 8: Ein skúli nevndi til dømis, at ávikavist KRIS og Amnesty ikki fingu atgongd til at kunna um eitt ávíst átak.

Ein annars skúli hevur til dømis upplýst, at Hampaflokkurin fekk noktað atgongd, tí hann hevði einki ungmannafelag. Hetta var í sambandi við eitt politiskt tiltak, ið næmingaráðið skipaði fyri, har politisku ungmannafeløgini tóku lut.

Til 9: Í løgtingslóg um fólkaskúlan stendur í endamálsorðingini § 3-4, at innan fyri settar karmar hevur tann einstaki skúlin ábyrgdina av undirvísingardygdini sambært endamáli fólkaskúlans, smb. § 2, og innan fyri hesar karmar ger skúlin av, hvussu hann skipar og leggur sína undirvísing til rættis.

Við øðrum orðum er eisini heimild í lóggávuni hjá fólkaskúlanum fyri at skúlarnir kunnu taka ymiskar gestir og felagsskapir inn, sum ískoyti til vanligu undirvísingina. Vísandi til júst seksualundirvísing, so er vanliga mannagongdin tó soleiðis, at heilsukunnleiki og seksualupplýsing longu er eitt kravt og skipað undirvísingarevni innan fólkaskúlan.

Sambært NÁM er tilfar tøkt, ið verður nýtt til seksualundirvísing, m.a. í lívfrøði og í samfelagsfrøði í fólkaskúlanum. Eisini fyriliggur ein vegleiðing til, hvussu seksualundirvísing fer fram í fólkaskúlanum; Hesa hevur talan verið um at endurskoða.

Harafturat er NÁM í ferð við at gera nýtt undirvísingartilfar til lívfrøði í fólkaskúlanum, og fer eisini hetta at verða nýtt í seksualundirvísingini.

Hesari frálæru hava lærarar skúlans ábyrgdina av. Harafturat hava heilsufrøðingarnir, ið eru knýttir at fólkaskúlunum, heilsukunnleika og seksualupplýsing sum part av sínum virksemi.

Vísandi til spurningin, er tað tí ikki neyðugt at fáa aðrar sjálvstøðugar felagskapir inn uttanífrá at hava seksualundirvísing í fólkaskúlanum. Er tørvur á at menna hesa undirvísing eiga vit at gera hetta innan skúlans gátt við at dagføra undirvísingartilfarið og við at styrkja førleikarnar hjá heilsufrøðingum og lærarum fólkaskúlans, til at hava hesa undirvísing.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.