25. november 2021

Elsebeth svarað Tordi

Spurt varð um markamótaskjalið og tænastantil teirra,ið eru yngri enn 67 ár

Niðanfyri er svarið, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýriskvinna í almannamálum hevur svarað Tordi.

Niðast í greinin sæst viðmerkingarnar, sum fylgdu við til sjálvan Grein 52a spurningin.

Svar uppá § 52a fyrispurning nr. 52-083/2021 frá Tordi Niclasen, løgtingsmanni,settur landsstýrismanninum í almannamálum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, markamótskjalið og tænastuna til teirra, ið eru yngri enn 67 ár

Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:

1.Hvussu langt er komið við at fremja ásetingarnar í Markamótaskjalinum –til gagns fyri borgarar yngri enn 67 ár ?

2.Er ætlanin at fáa kommunurnar at hava ábyrgdina av tænastuni til teirra, ið eru millum 18 og 67 ár ?

Svar: Til nr. 1 og 2

Tá ið lógin um heimatænastu, eldrarøkt v.m. varð sett í gildi1. januar 2015, varð heimild fingin at seta eina trímannanevnd, sum skulditaka avgerðir um handfaring av markamótum í mun til aðra lóggávu, Markamótsnevndin.Síðani lógin kom í gildi hevur Markamótsnevndin tikið 13 avgerðir.

Í 2020 legði landsstýrismaðurin í almannamálum fram uppskot um broyting í lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Endamálið við uppskotinum var at greiða nøkur av teimum ivamálum um ábyrgdarbýti, sum hava verið millum land og kommunur, eftir at ávísar tænastur blivu fluttar frá landinum til kommunurnar. Broytingin í lógini skuldi í størri mun tryggja, at borgarar frameftir ikki detta niðurímillum vegna ógreið viðurskifti millum land og kommunur.

Við galdandi áseting í lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. er ásett, at kommunurnar veita fólkapensjónistum við ellisbreki ella varandi sjúku, og sum hava tørv á hjálp ella røkt alt samdøgrið, búpláss á ellis-og røktarheimi ella eldrasambýli. Og í serligum førum kunnu kommunurnar veita røktarkrevjandi borgarum, sum ikki eru fólkapensjónistar, búpláss á elli-og røktarheimi ella eldrasambýli.

Tað hava verið ivamál um, hvørjir borgarar, sum eru yngri enn 67 ár, eiga at fáa búpláss frá kommununum, og hevur Markamótsnevndin tikið fleiri avgerðir um, nær landið og nær kommunurnar skulu veita búpláss tilborgarar undir 67 ár, sum eru røktarkrevjandi.

Avgerðirnar hjá Markamótsnevndini staðfesta, at røktarkrevjandi undir 67 ár, ið kunnu fáa búpláss eftir § 14, stk. 2í lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m.,eru borgarar, ið hava sjúku, ið eldri fólk vanliga fáa, og sum er í menning og gongur afturá. Alzheimers og onnur sløgav demens eru mest vanligu sjúkur, ið elva til, at persónur gerst alsamt meira røktarkrevjandi. Sclerosa á seinna stigi er annað dømi.

Avgerðirnar vísa eisini, at borgarar undir 67 ár, sum hava seinheilaskaða, sum útgangsstøði eru ábyrgd hjá Almannaverkinum. Markamótsnevndin hevur eisini víst á, at borgarar, sum hava demens orsakað av rúsdrekkamisnýtslu, eiga at fáa bútilboð frá Almannaverkinum.

Við broytingin í lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m.er ætlanin,at, røktarheim og eldrasambýli hýsa fólkapensjónistum við ellisbreki og varandi sjúku, og sum hava tørv á hjálp ella røkt alt samdøgrið. Afturat hesum bleiv sett inn í § 14 at røktarheim og eldrasambýli hýsa persónum við varandi sjúku, ið er í menning og gongur afturá, og sum hava tørv á hjálp ella røkt alt samdøgrið.Hendan broyting staðfestir við lóg, hvør hevur ábyrgdina av at veita búpláss til tey, sum eru undir 67 ár og hava eina sjúku, sum er í menning og gongur afturá.

Ásetingin í § 14 er tó ikki komin í gildi enn, men hevur landsstýrismaðurin í almannamálum fingið heimild at seta ásetingina í gildi við kunngerð, eftir at eftirmetingin av lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m, lógini um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. og fíggingarleistinum er liðug.

Tá ið lógin um almannatrygd og tænastur varð sett í gildi 1. januar 2021 fekk Almannaverkið ábyrgdina av at veita búplásssambært § 45 og § 46til borgarar, sum bera fjølbrek, og borgarar, sum hava seinheilaskaða, sum eisini kunnu metast at vera røktarkrevjandi. Hetta er gjørt sambært avgerðunum hjá Markamótsnevndini.

Tá ið eftirmetingin er liðug, og landsstýrismaðurin hevur fingið hesa, verður støða tikin til, um ásetingin verður sett í gildi og um aðrar broytingar skulu gerast.

Tórshavn, 24. november 2021

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum

 

 

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

https://midflokkurin.fo/news/192/tordur-spyr-elsebeth

 

Spyrjari: Tordur Niclasen,løgtingsmaður

Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum

Evni: Markamótaskjalið og tænastantil teirra,ið eru yngri enn 67 ár

Spurningar:

1.Hvussu langt er komið við at fremja ásetingarnar í Markamótaskjalinum –til gagns fyri borgarar yngri enn 67 ár ?

2.Er ætlanin at fáa kommunurnar at hava ábyrgdina av tænastuni til teirra, ið eru millum 18 og 67 ár ?

Viðmerkingar: 

Tá eldraøkið í 2015 varð lagt út, fingu kommunurnar ábyrgd av teim, ið eru 67+;Almannaverkið ábyrgdina av tænastuni til teirra millum 18og 66 ár.

Nógvar kommunur hava lagt stóra orku í at veita tænastur í mun til tørvin.

Verri stendur til við teim tænastum, ið Almannamálaráðið hevur ábyrgd av.

Tað kom greitt fram undir pallborðsorðaskiftinum,sum Alzheimerfelagið á sinni skipaði fyri undir heitinum ”Demensvinarligt samfelag”.

T.d. er dømi um persónar, sum eru “strandaðir” á sjúkrahúsum í fleiri mánaðir, tí eingin tyktist at kunnaog/ella vilja veita teim nøktandi tænastu, eftir at sjúkrahúsviðgerðin var lokin.

Orsøkin til hesaóvirðiligu støðu,sum persónar eru komnir í, er, at viðkomandi ikki hevur nátt pensjónsaldur, og sostatt fellur uttanfyri reglurnar um upptøku til búpláss á ellis-og røktarheimum og eldrasambýlum hjá kommununum.

Vísandi til Markamótaskjalið,undirskrivað av avvarðandi pørtum 30.05.16,verður fylgjandi staðfest í “Markamót 3”: "3. Markamót er somuleiðis, tá talan er um borgarar, sum ikki eru fólkapensjónistar, men hevur varandi sjúku ella serligan tørv á røkt alt samdøgrið”.

Tá slík støða tekur seg upp, verður fylgjandi sagt í sama “Markamót 3”:”Landið hevur ábyrgdina av at veita persónum við týðandi likamligium ella sálarligum breki ella víðfevnandi sosialum trupuleikum, og sum tørva hjálp og stuðul til vanligt dagligt virksemi, umframt møguliga røkt, búpláss”.

Vísandi til løgtingslóg nr. 19 frá 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. verður í § 14, stk.2 sagt: “Í serligum føri kann røktarheim ella eldrasambýli eisini hýsa øðrum røktarkrevjandi persóni enn fólkapensjónisti”.

Sostatt er teoretiskur møguleiki til staðar, at persónar yngri enn67 ár kunnu fáa pláss á røktarheimi ella sambýli hjá kommununum.Verunleikin er bert, at í slíkum førum verður kravd “gjaldváttan” frá Almannverkinum, áðrenn støða verður tikin til møguliga upptøku á røktarheimi og sambýli.

Verður slík játtan ikki givin, ja, so er eingin hjálp at heinta frá teim kommunalu stovnunum.

Um kommunurnar eisini høvdu ábyrgd av teim yngri enn 67 ár, so vildi støðan uttan iva veriðmunandi betri.

Sostatt er tað umráðandi og alneyðugt,sum skjótast at fáa hesar forðingar,ið raka tey yngri enn 67 ár, av vegnum.

Í samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað fyri tveimum árum síðan, stendur:”Við atliti til borgarar millum 18-66 ár verða ásetingarnar í Markamótaskjalinum settar í verk”.

Tað er í hesum sambandi, at fyrispurningurin verður settur.

Á Løgtingi,12.november 2021

Tordur Niclasen

Tíðindi

21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.
8. januar 2024
Ein sorgardagur
Í okkara daprastu stúranum droymdu vit í Miðflokkinum ikki um, at hetta kundi gerast úrslitið.