1. juni 2020

Jenis: Viðmerking um festivalar

Eitt er, hvat man sigur, annað hvat nøkur vildu ynskt, at man hevði sagt!

Eitt er, hvat man sigur, annað hvat nøkur vildu ynskt, at man hevði sagt!

Eg havi hvørki havt stundir ella hug at viðmerkja ósonnu uppáhaldini um, hvat eg skal hava sagt á tíðindafundinum fríggjadagin. At summi beinleiðis siga ósatt er eitt, men at onkur enntá boðar frá, áðrenn hann byrjar útspillingin av mær, at hann hvørki hevur lurtað eftir tí, ið eg segði, ella hugt eftir tíðindafundinum, avdúkar væl veruliga endamálið.

Men nú eg beinleiðis verði spurdur, hvat eg segði, havi eg niðanfyri endurgivið tað centrala, ið eg segði um festivalar. Kanska tað hjálpir onkrum at síggja, hvussu langt frá veruleikanum og sannleikanum nógv av tí, sum verður sagt um m.a. politikarar, er.
Annars er tíðindafundurin lættur at finna á netinum ????

--------------

Spurningarnir frá Barbaru:

Barbara spyr um festivlarnar, nevnir, at: ”tit avlýsa longu nú G festivalin og summarfestivalin”.

Svar mítt var: ”nú fáa vit at síggja. Okur vita, at tað eru hugsanir um at kanska at gera teir á ein annan hátt, kanska at hava teir seinni”. Nevni víðari, at: ”Hetta er fyri juli og august, at okur siga, at teir ikki skulu verða, so tað er óvist enn”.

Til hetta svarar og spyr Barbara: ”vil tað siga, at tú heldur at hesir festivalar, teir stóru føroysku festivalarnir, sum skuldu verða í juli og august, kunnu verða seinni ella í skerdum formati”?

Svar mítt varð: ”tað er ein møguleiki”.

Tá hon so spyr aftur endurtaki eg, at: ”eg tori ikki at siga hvat hendir í septembur ella fyri tann sak skuld august, okur vita for lítið um framtíðina til at kunna vera so avgjørdir”.

---------------------------

Spurningarnir frá Jón Brian:

Prátið við Jón Brian var um tað heilsufakliga og smittuvandan, m.a. um munin millum at samla 100 tals børn á Zarepta ella í Leguhúsinum mótvegis túsundtals á Leynasandi”. Har greiddi eg
m.a. frá, at barnalegur og festivalar kunnu ikki samanberast. Og eg metti, at smittuvandin var nógv minni undir skipaðu umstøðunum í Leguhúsunum.

Sum síðsta spurning spurdi Jón Brian: ”hevur tað ikki stóran týdning fyri ung fólk kanska at sleppa á Gøtusand at lufta sær”.

Svar mítt (sum var partur av prátinum um smittuvandan), var: nei, eg haldi ikki, tað kunnu tey saktans vera fyri uttan.

Jenis av Rana á facebook. 1.juli 2020

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.