Skrivligir fyrispurningar

Spyrjari: Steffan Klein Poulsen
Svarari: Helgi Abrahamsen
Spurningur: Á tingfundi 26. februar 2020 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: 

 

1.     Hvussu nógv pornografisk ferðsla er á internetinum í Føroyum; t.d. hvussu nógvar leitingar eru eftir pornografiskum tilfari? 

2.     Hvat heldur landsstýrismaðurin um at avmarka atgongdina hjá børnum og ungum at sleppa til pornografi á internetinum? 

3.     Skulu vit í Føroyum gera mun ímillum internet reikanina hjá børnum og vaksnum, soleiðis at børn ikki hava somu atgongd til pornografi á internetinum sum vaksin? 

4.     Skulu foreldur upplýsast betur um avleiðingarnar av pornografi og um teirra møguleikar fyri at verja børnini ímóti hesum?

 

Viðmerkingar:

Talgildi heimurin er ótrúliga hentur á fleiri økjum. Vit sleppa skjótt og lætt til eina rúgvu av upplýsingum. Tað fylgja tó eisini stórir trupulleikar við hesum. Ein av teimum er lætta atgongdin til pornografi. Børn hava júst somu atgongd til pornografi á internetinum sum vaksin fólk. Í dag gongur ein stórur partur av børnunum við einari snildfon í lummanum, ella tey hava eina teldu, sum gevur teimum lætta atgongd til internetið. Ein kanning, ið bleiv gjørd av Yougov fyri Søndagsavisen í 2015 vísir, at 90% av børnunum í 4. – 6. flokki og heili 96% av næmingunum í 7. – 9. flokki áttu eina snildfon. Tað er hetta, sum fær spurningin at stinga seg upp. Áttu børnini í Føroyum ikki at verið vard ímóti pornografi, tá tey ferðast á internetinum.

Um spurningarnir snúðu seg um, um kokain ella amfitamin skuldi verið lógligt í Føroyum, hevði svarið uttan iva verið eitt greitt nei frá Løgtinginum. Hetta eru rúsevni, sum eru bindandi og oyðileggjandi fyri menniskju. Pornografi er ikki eitt fysiskt rúsevni, sum menniskju fáa í seg, og tí hava vísindafólk verið ósamd um, um tað ber til at blíva bundin av pornografi. Tó finnast fleiri vísindafólk, sum granska í heilanum og sum meta, at porno ávirkar evnafrøðilig viðurskifti í heilanum. Hesir granskarar siga, at tá ein hyggur at pornografi, útloysast fleiri kemisk evni í heilanum, millum annað dopamin. Hetta vísir á, at pornografi hevur somu ávirkan á heilan, sum rúsevni. Eins og misbrúkarin allatíðina vil økja um rúsin, vil ein, sum hyggur at pornografi, fáa eina tráan eftir meira og grovari tilfari. Hetta førir í flestu førum til, at fólk gerast sera bundin av pornografi og hetta geva hagtølini eisini eina ábending um. Ein av størstu porno-heimasíðunum fekk 81 mió. vitjanir um dagin og umleið 29 milliardir vitjanir um árið. Mett verður, at pornosíður hava meira ferðslu enn Netflix, Amazon og Twitter tilsamans. 

Hvussu stendur so til hjá børnunum. Sambært “British Board of Film Classification” hava meira enn helvtin av børnunum í aldrinum 11 til 13 ár sæð pornografi. Harav 18%, næstan ein fimtapartur, leitaðu eftir tí við vilja.

Tann tøkniliga menningin gongur sera skjótt fyri seg. Fyri 30-40 árum síðan hevur tað verið lættari at vart børn og ung ímóti pornografi. Tá var talan um bløð og filmar í fysiskum formi. Í Danmark er ein lóg, sum forðar ungum undir 16 ár at keypa pornografisk bløð og líknandi í handlunum, og í Føroyum er tað als ikki loyvt at selja tílíkt; men í dag stendur internetið víðopið fyri øllum. Eisini børnum og ungum. Lógir mugu dagførast av og á fyri at vera tíðarhóskandi. Tað sama er galdandi fyri hesa lógina. Lógin, ið forðar børnum at keypa pornografisk bløð, verjir tey, meðan tey eru til handils og sendir eitt signal um, at hetta ikki er gott fyri tey, men hon er ikki “up to date”, tí at internetið er blivið tann stóri platformurin fyri pornografi. 

Tað er sera torført hjá foreldrum at hava tamarhald á internet-nýtsluni hjá børnunum. Sama kanning úr Bretlandi, ið bleiv nevnd omanfyri, staðfesti, at tríggir fjórðingar (75%) av foreldrunum hildu, at teirra egnu børn ongantíð høvdu sæð pornografi. Ein stórur partur av teimum fór skeivur, tí heili 53% av børnunum høvdu sæð tað. 

Pornografi kann blíva ein trupulleiki fyri bæði vaksin og børn. Fyri vaksin kann metast um, um tey skulu verja seg sjálvi, ella um landið skal verja tey. Tá tað kemur til børnini, er støðan ein heilt onnur. Tað má vera skyldan hjá myndugleikum og foreldrum at verja børnini ímóti pornografi, tí hetta er beinleiðis skeiv og ótespilig “sexual undirvísing”, ið gevur børnunum í Føroyum eina skeiva mynd av, hvat sex er.

 

Á tingfundi 6. mars 2020 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

--- 

Svar:
Á tingfundi 1. mai 2020 svaraði landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, fyrispurninginum soleiðis: 

Tað verða ikki savnaði hagtøl um atferðina hjá føroyskum brúkarum á internetinum, og tí ber ikki til at siga, hvørjum fólk leita eftir á netinum ella hvussu nógv. 

Føroya Tele hevur greitt frá, at millum 50% og 60% av dátuferðsluni í Føroyum er tilfar, ið liggur lokalt í Føroyum á sokallaðum caching servarum. Hetta er m.a. alt tilfarið, sum kemur frá Netflix, Google (millum annað YouTube, Gmail og Google Drive), Facebook, Viaplay og fleiri øðrum stórum nettænastum. 

Í írestandi 40% - 50% av ferðsluni, sum ikki verður goymd í Føroyum, áðrenn tilfarið verður sent internetbrúkaranum, kann vera tilfar av pornografiskum slag. 

Í samstarvi við ríkisløgregluna er eitt barnaporno-filtur lagt á alla føroyska ferðslu, fyri at verja føroyingar móti at koma inn á slíkar ólógligar síður. Filtrið verður regluliga dagført av ríkisløgregluni, men tað koma á hvørjum degi nýggjar ólógligar síður fram á internetinum, sum nýggjastu dagføringarnar ikki hava sáldað frá. Tí er nærum ógjørligt at steðga allari atgongd til slíkar síður. 

Um atgongdin hjá børnum og ungum at sleppa framat ávísum tilfari á netinum skal verða tøkniliga avmarkað, krevst, at øll, sum ferðast á netinum, eru eyðmerkt, og at atferðin hjá øllum internetbrúkarum í Føroyum verður fylgd neyvt. Eitt slíkt eftirlit, vænti eg, mest av øllum hevði mint um Big Brother í skaldsøguni 1984, eftir George Orwell. Tøkniliga ber tað møguliga til, men í einum frælsum samfelagi ber ikki til at hava eftirlit við hvørjum einasta brúkara, á hvørjari einastu tøkniligari eind, sum reikar á netinum. 

Tí ber heldur ikki til at gera mun á internetreikanini hjá børnum og vaksnum. Sum spyrjarin vísir á, er søla av pornografiskum tilfari bannað í føroyskari lóg, og í so máta er ikki tørvur á serligum reglum fyri at avmarka atgongdina hjá børnum. Trupulleikin er, at tað er sera trupult at handhevja hetta forboð, uttan at seta í verk víðfevnt eftirlit við atferðini hjá øllum landsins borgarum.   

Tað er tí fyrst og fremst við upplýsing,  at vit kunnu verja børnini fyri pornografiskum tilfari á internetinum.

Vit kunnu tí fegnast um, at skúlar, sosialu myndugleikarnir og politiið hava tikið hetta málið upp í SSP-samstarvinum, og skipa fyri kunning til bæði børn og foreldur um at ferðast trygt á netinum.

Seinasta átakið, sum eg veit um, var “Tryggari internet dagurin” 11. februar. Tá skipaðu SSP og Fólkaheilsuráðið, saman við Føroya Tele og Nema, fyri kapping millum ung um hvussu internetið kundi gerast tryggari og betri.

Internetið fyllir alt meira í øllum samfelagnum, og á nógvum skúlum fáa børn nú teldlar og teldur útflýggjaðar.

Tað er, sum áður nevnt, fyrst og fremst kunning, sum munar. Eg vildi tí mett, at skúlin hevur eina stóra ábyrgd at tryggja, at útgerðin, sum børnini fáa heim við, er so væl vard móti ónærisligum tilfari, sum til ber, og at skúlin eisini eigur at kunna foreldrini um, hvat ið tey kunnu gera fyri at verja børnini, tá ið tey nýta útgerð skúlans.

Haldi tó, at tað er at fara ov langt út um mítt málsøki sum landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum at siga, hvussu henda kunningin eigur at verða skipað. 

Sum spyrjarin ger vart við, gongur ein stórur partur av børnunum við einari snildfon í lummanum, og tá eru tað sjálvandi foreldrini sjálv, sum hava evstu ábyrgd av at verja børnini móti vandunum á netinum.

Samanumtikið ber globaliseraði og talgildi heimurin vandar við sær, sum eingin lóggáva til fulnar megnar at lofta, um borgarar landsins framvegis skulu hava frítt at nýta hentleikarnar og at reika eftir tí góðu vitanini, sum eisini liggur á internetinum.