Vinnulív

Vinnulív

  • Flokkurin ásannar, at grundarlagið fyri framhaldandi vælferð hjá borgarum landsins er eitt sterkt og vælskipað vinnulív, og tí er neyðugt at reka ein virknan og skynsaman vinnulívspolitikk.
  • Vinnulívið skal vera so væl skipað, at arbeiði altíð er til allar arbeiðsførar hendur.
  • Miðað verður ímóti at skapa fortreytir hjá vinnulívinum á landi at framleiða til útflutnings.
  • Vinnulívið eigur at vera á privatum hondum, og tað, sum ikki ber seg, skal ikki fá almennan stuðul uttan í serligum førum. Tað almenna eigur tó í eini uppbyggingartíð at ganga á odda við at seta nýtt ídnaðarvirksemi í gongd, og peningur skal setast av á fíggjarlógini til ígongdseting av tílíkum virksemi.
  • Almennur partapeningur skal kunna seljast yvir á privatar hendur.
  • Almenn arbeiði eiga í øllum førum at verða gjørd av føroyskum fyritøkum, har tað er gjørligt. Føroyskar fyritøkur eiga í øllum førum at verða tiknar framum útlendskar fyritøkur.
  • Tað almenna skal seta á stovn eina vinnulívsstýrda marknaðardeild, sum hjálpir vinnulívinum at finna nýggjar marknaðir og at marknaðarføra vørurnar. Eitt miðvíst arbeiði skal gerast fyri at finna nýggjar marknaðir uttanfyri ES, soleiðis at vit sum tjóð til eina og hvørja tíð ikki verða nærri knýtt at hesum felagsskapi, enn vit sjálvi ynskja.
  • Flokkurin er ímóti ES-limaskapi og er somuleiðis ímóti handilsavtalum við lond og felagsskapir, sum hava til endamáls at binda okkum so tætt, at vit ikki hava frælsi til at stýra okkara egnu viðurskiftum á øllum økjum.
  • Einkarrættarskipanir verða avtiknar.
  • Virkast skal fyri góðum og tryggum arbeiðsumhvørvi.
  • Ferðavinnan má mennast.
  • Búskapargrunnur verður settur á stovn, har møguligar oljuinntøkur og aðrar óvanligar inntøkur, verða fluttar

Fiskivinna og aling

  • Fiskivinnan, sum er høvuðsvinna okkara, skal í mest møguligan mun vera á privatum hondum og óheft av landskassanum.
  • Ásannandi, at havið rundan um okkum og tey virðir, sum í tí eru, er ogn hjá øllum Føroya fólki, eigur serligur dentur at verða lagdur á stovnsrøkt. Soleiðis eiga stovnarnir at verða vardir ímóti ovurfisking.
  • Virka verður fyri at varðveita og um gjørligt útbyggja veiðirættindi okkara í fremmandum sjógvi, og fiskiroyndir í fremmandum høvum verða stuðlaðar.  
  • Ágóðin av sølu av tilfeingisrættindum eigur í eini líðandi tilgongd at gerst partur av inntøkum landskassans, tó uttan at beinleiðis tilfeingisrenta verður løgd á vinnuna.