Ung fyri Miðflokkin

UfM er ein stytting fyri Ung fyri Miðflokkin.

Ungmannafelagið varð fyrstu ferð stovnað einferð um túsundáraskifti og hevur síðani verið meiri og minni virkið. 5. oktobur 2010 varð felagið endurstovnað eftir at hava verið óvirkið í eitt styttri tíðarskeið.

UfM hevur eitt sera gevandi og virkið samstarv við móðurflokkin, og sæst hetta millum annað aftur í hesum, at ungmannafelagið hevur havt fleiri valevnir uppstilla til bæði løgtings- og kommunuvalini.