Søga floksins

1991

Í 1991 settu nøkur trúgvandi fólk sær fyri at stovna nýggjan politiskan flokk.

Tordur Niclasen, løgtingsmaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokk var ein av stovnarum floksins.

Á fundi 30.11.1991 á Hotel Hafnia í Tórshavn varð gjørt av, at nýggi flokkurin skuldi eita MIÐFLOKKURIN.
Eisini varð samtykt ein fyribils arbeiðsætlan, sum í dag er kend sum hini 16 punktini fremst í stevnuskránni.

1992

Stovnandi aðalfundur 30. mei 1992.

Fyri at nýggjur flokkur kann stilla upp til løgtingsval, er neyðugt at hava í minsta lagið 800 undirskriftir.
Á stovnandi aðalfundinum varð upplýst, at higartil eru savnaðar tilsamans 560 undirskriftir.

Fyribils stevnuskrá varð løgd fyri fundin og samtykt. Arbeitt verður framvegis við stevnuskránni.

Eftir uppskoti frá Tordi Niclasen vórðu hesir einmælt valdir í floksstjórnina:

  • Jenis av Rana
  • Álvur Kirke
  • Jørgen Fr.Jørgensen
  • Jón Miðberg
  • Bill Justinussen

Floksstjórnin skipaði seg soleiðis:

  • Álvur Kirke, formaður
  • Jenis av Rana, næstformaður
  • Jørgen Frants Jørgensen, kassameistari
  • Bill Justinussen, skrivari
  • Jón Miðberg

Veljarakanningar

Tvær veljarakanningar, sum gjørdar vórðu, stutt eftir at Miðflokkurin varð stovnaður vístu, at Miðflokkurin fekk 3,5 – 4 % av atkvøðunum. Hetta hildu vit vera gott.

Býráðsval í Havn 1992

Til býráðsvalið í Havn í desembur 1992 vóru Jenis av Rana og Álvur Kirke stillaðir upp á uttanflokkalistanum, lista H, og Svenning av Lofti var uppstillaður til skúlaráðið á sama lista.

Listin fekk ein mann valdan, Petur í Gong; men orsaka av vánaligari heilsu, segði Petur í Gong býráðssessin frá sær.

Jenis av Rana, sum var næstur á listanum, tók sæti í býráðnum.

Svenning av Lofti varð valdur í skúlaráðið.

1993

Landsfundurin í 1993.

Miðflokkurin hevði landsfund leygardagin 17. apríl 1993 á Hotel Hafnia.

Tordur Niclasen segði, at hann tók eitt mannakorn í morgum, og tað var Mika 2,13, sum sigur:

“Slóbrótarin gongur undan teimum; teir bróta seg ígjøgnum, ganga inn um portrið og fara út um tað; kongur teirra fer fyri teimum, og HARRIN er á odda hjá teimum.”, og hann segði, at tað gjørdi ómetaliga gott. Fleiri onnur høvdu orðið, og orðaskiftið var sera áhugavert. Eftir orðaskiftið var val av floksstjórnarlimum.

Hesir vóru valdir í floksstjórnina:

  • Jenis av Rana, Tórshavn
  • Álvur Kirke, Kaldbak
  • Jón Miðberg, Vestmanna

Til takslimir vórðu valdir:

  • Fríðtór Debes, Argir
  • Jørgen Frants Jørgensen, Sørvági
  • Niels Hammer, Hovi

Í landsnevndini eru hesir somu, saman við einum umboði fyri hvørt valdømisfelagið. Teir eru formenninir í lokalu feløgunum.

Búmerkjakapping

Miðflokkurin bjóðaði á heysti 1993 til búmerkjakapping, og seinasta freist at senda inn uppskot var 1. desember. Sett varð ein innstillingarnevnd. Á fundi 28.desembur valdi floksleiðslan at geva fyrstu virðisløn til Rúna Abrahamsen. 1.virðisløn var 3.000 kr., 2.virðisløn 1.500 kr og 3.virðisløn 1.000 kr.

Innstillingarnevndin innstillaði hetta uppskot sum nr.1 við hesari grundgeving: “Merkið formar eitt M, sum symboliserar og stendur fyri Miðflokkin. Merkið er einfalt, men sera dekorativt og skilir seg burturúr øllum hinum á sín stílreina hátt. Er prentlistarliga lætt at arbeiða við. Blái liturin og gráu skuggarnir standa væl saman. Navnið MIÐFLOKKURIN kann setast saman við búmerkinum, sum ein vil.”

Fleiri onnur góð uppskot komu inn.

1994

Undirskriftirnar verða latnar inn.

Hósdagin 26.05.1994 Kl.14.00 fóru umboð fyri Miðflokkin í landstýrið við undirskriftunum.

Hesir vóru við:

  • Tordur Niclasen
  • Álvur Kirke
  • Jenis av Rana
  • Jón Miðberg
  • Bill Justinussen
  • Jógvan Mortensen
  • Karlon Winther
  • Jan Hjaltalin

Fyrstu nevndirnar í lokalu feløgunum vóru hesar:


Suðurstreymoy

  • Jenis av Rana, formaður
  • Harald Haraldsen, næstformaður
  • Álvur Kirke, skrivari og kassameistari
  • Hans Dávid Petersen
  • Steindór Hjaltalin 

Norðurstreymoy

  • Jón Miðberg
  • Fríðbjørn Poulsen
  • Jóhan Hendrik Hansen 

Vágar

  • Jørgen Frants Jørgensen
  • Dánjal Johansen
  • Ludvig Jacobsen

Eysturoy

  • Símin Fornagarð
  • Bill Justinussen
  • Kjartan Gregersen
  • Jóhan Larsen
  • Jens Bech

Sandoy

  • Karlon Winther
  • Óløf Tungá
  • Fríðhild Winther

Suðuroy

  • Niels Hammer
  • Bjørg av Rana
  • Jan Mikkelsen Hjaltalin

1994

7. Juli 1994 var løgtingsval, og Miðflokkurin stillaði upp fyri fyrstu ferð.

Ein veljarakanning, sum gjørd varð 5.juli 1994 gav Miðflokkinum 7,5 % og 3 menn.

Miðflokkurin hevði eitt gott val, um ikki so gott sum veljarakanningin.

Tordur Niclasen av Eiði og Jenis av Rana úr Havn vórðu valdir, og Miðflokkurin fekk tilsamans 1485 atkvøður, sum er 5,8 %.

Samgongusamráðingar

Eftir valið var Miðflokkurin við í samráðingum um at skipa nýggja samgongu. Samráðingarnar gingu væl, og eitt samgonguskjal varð undirskrivað av Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, Kristiliga Fólkaflokkinum og Miðflokkinum. Við í samgonguskjalinum vóru nógv av hjartamálum Miðfloksins. Men teir stóru flokkarnir, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin kundu ikki semjast sínámillum um býtið av málsøkjum o.a., so tann samgongan varð av ongum.

1996

Andstøðu

Miðflokkurin var so í andstøðu, og markeraði seg og vann álit millum fólk.

Framtíðin

Ein veljarakanning, sum kunngjørd varð 12.oktobur 1996, gav Miðflokkinum 7,9 % og 3 manns.

Býráðsvali í Havn 3.12.1996

Miðflokkurin stillaði upp til býráðsvali, bæði til býráðið og skúlaráðið.

Tíverri eydnaðist ikki flokkinum at fáa umboð í býráðið hesa ferð!

Svenning av Lofti varð tó valdur í skúlaráði.

1997

Floksstjórnin

Á landsfund 1997 vóru valdir:

  • Bill Justinussen, Glyvrar, formaður
  • Petur Oluf Skorá, Kaldbak, skrivari
  • Álvur Kirke, Kaldbak, kassameistari

Á floksstjórnarfundi møtir eisini tingmanning floksins.

1998

Á løgtingsvalinum 1998 fekk flokkurin 1123 atkvøður, tað er 4,1 %.

Flokkurin fekk ein mann valdan, Jenis av Rana, Tórshavn, valdur í Suðurstreymoy.

1999

Í 1999 varð henda floksstjórn vald:

  • Álvur Kirke, formaður
  • Bill Justinussen, næstformaður
  • Anna S. Dam, kassameistari