17. desember 2019

15 mió. til tunlarnar norður um fjall í 2020.

Um hetta verður stemmað ígjøgnum komandi dagarnar, verður gongd sett á TNF í 2020.

Álitið frá fíggjarnevndini er komið - 15 mió. til tunlarnar norður um fjall í 2020.

TNF hava fingið nógva umtalu seinastu dagarnar, av tí at Jørgen Niclasen segði, at ongar nýggjar íløgur verða gjørdar í 2020. Hetta skapti eina øðiliga baladu, tí allir flokkar høvdu jú lovað at raðfesta TNF.

Eg valdi ikki at úttala meg í fjølmiðlunum, tí eg vil brúka orkuna, har tað gevur meining. Í hesum førinum inni á Løgtinginum.

Nú er álitið komið út og vit kunnu staðfesta, at vit eru farin frá 0 kr. til 15 mió. kr. (Viðhefta myndin gevur eina ábending um hvussu hesar 15 mió. skulu brúkast.)

Um hetta verður stemmað ígjøgnum komandi dagarnar, verður gongd sett á TNF í 2020.

 

Tíðindi

16. mai 2024
Almennur fundur
Støðutakan til býráðsvalini
7. mai 2024
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokkinum til foreldur og lærarar.
30. apríl 2024
Jenis spyr Margit
Endin á fosturtøkuni
5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.