17. desember 2019

15 mió. til tunlarnar norður um fjall í 2020.

Um hetta verður stemmað ígjøgnum komandi dagarnar, verður gongd sett á TNF í 2020.

Álitið frá fíggjarnevndini er komið - 15 mió. til tunlarnar norður um fjall í 2020.

TNF hava fingið nógva umtalu seinastu dagarnar, av tí at Jørgen Niclasen segði, at ongar nýggjar íløgur verða gjørdar í 2020. Hetta skapti eina øðiliga baladu, tí allir flokkar høvdu jú lovað at raðfesta TNF.

Eg valdi ikki at úttala meg í fjølmiðlunum, tí eg vil brúka orkuna, har tað gevur meining. Í hesum førinum inni á Løgtinginum.

Nú er álitið komið út og vit kunnu staðfesta, at vit eru farin frá 0 kr. til 15 mió. kr. (Viðhefta myndin gevur eina ábending um hvussu hesar 15 mió. skulu brúkast.)

Um hetta verður stemmað ígjøgnum komandi dagarnar, verður gongd sett á TNF í 2020.

 

Tíðindi

15. januar 2020
Alheimslistin 2020 hjá Open Doors almannakunngjørdur
Jenis av Rana var í dag saman við Løgmanni og øðrum Landsstýris og tingfólkum í Bispagarðinum, har Bispur, Jógvan Fríðriksson, var vertur fy…
10. januar 2020
Jenis av Rana verji fyri Parasport Føroyar
Á fundi í dag tók Jenis av Rana, landsstýrismaður, við sum verji fyri Parasport Føroyar. Hetta merkir, at landsstýrismaðurin umboðar Føroyar…
11. desember 2019
Kinesiskir myndugleikar hava ikki hótt landsstýrismannin
Viðmerking frá Jenis av Rana
9. desember 2019
TALUFRÆLSI
- Eg eri samdur við teimum, ið siga, at 266b er í stríð við seg sjálva. Og eg trúgvi, at advokaturin hevur rætt í hesum, at grein 266b, eisi…
19. november 2019
Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann, um fosturtøku.
Steffan Klein Poulsen setur munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, um fosturtøku.