11. desember 2019
Kinesiskir myndugleikar hava ikki hótt landsstýrismannin
Viðmerking frá Jenis av Rana
Kinesiskir myndugleikar hava ikki hótt landsstýrismannin
Í sambandi við ta umrøðu, sum hevur verið um fundin við kinesiska sendiharran í Danmark tann 11. november, vil eg vísa á, at talan ongantíð hevur verið um nakra hóttan ella nakað trýst. Hinvegin var talan um ein góðan og konstruktivan fund á diplomatiskum stigi, har partarnir báðir virða hvønn annan.
Eg ynski ikki at viðmerkja, hvat fundurin snúði seg um, tí innihaldið er ikki fevnt av almennum innliti.
Jenis av Rana,
landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Tíðindi
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu
14. juli 2026
Syrgilig tíðindi á døgurða
... tíðindafólk burdu brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.