TALUFRÆLSI
- Eg eri samdur við teimum, ið siga, at 266b er í stríð við seg sjálva. Og eg trúgvi, at advokaturin hevur rætt í hesum, at grein 266b, eisini er í stríð við grunlógartryggjaða talufrælsið og eigur sostatt at verða strikað burtur úr lógini.
Eg haldi, at hugleiðingarnar í hesum frálíka útvarpsbrotinum um talu- og skrivifrælsi, er vegurin fram ímóti einum sunnari, tryggari og meira umfevnandi samfelag.
Eg eri samdur við teimum, ið siga, at 266b er í stríð við seg sjálva. Og eg trúgvi, at advokaturin hevur rætt í hesum, at grein 266b, eisini er í stríð við grunlógartryggjaða talufrælsið og eigur sostatt at verða strikað burtur úr lógini.
Minst til, forfylging hendir í stóran mun í teimum londunum, sum ikki hava fult talufrælsi. Tískil er tað bæði harmiligt og beinleiðis skeivt, at vit skulu verja okkum móti øllum tí, sum hendir í øðrum londum, ið hava manglandi talufrælsi, við at detta í somu fellu og avmarka hitt føroyska talufrælsi. Nei, í Føroyum skulu vit hava fult talufrælsi, tí tá vísa vit borgarunum ábyrgd av egnum lívi. Skert talufrælsi hevur til allar tíðir leitt fólk í trældóm og tað ger tað enn í dag.
Harumframt hevur 266b púrt einki við tolsemi at gera. Menniskjaligt tolsemi í einum verðsligum samfelag, sum eg livi í, er tolsemi ímóti tí man ikki dámar. Men ikki at tiga. Tað snýr seg nógv heldur um uppvenjing og ikki lóggeving á hesum økinum. Tað er fult út møguligt at liva rætt, við ella uttan 266b. Tí tað megnar 266b einki at gera við í einum samfelag.
Miðlarnar eru eitt gott prógv um tað. Hvønn skalt tú koyra í brummuna ein ella øll? Hyggja vit rundan um okkum, so síggja vit hvussu heimurin virkar. Men 266b sníkir seg frá allari ábyrgd og øllum tí, sum ikki er minni enn hóskandi standardur í einum samfelag. Um 266b filosofiin við tíðini verður særd, ónøgd og ill og soleiðis fær sín vilja ígjøgnum í føroyska dómhúsinum, so verður úrslitið av 266b-tolseminum tabu, tøgn og ótti.
Kærar heilsur
Ragnar Ludvig
Sí klippi niðanfyri, sum víst verður til í greinini.