19. november 2019

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann, um fosturtøku.

Steffan Klein Poulsen setur munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, um fosturtøku.

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, um fosturtøku.

Spurningar:

1.     Eru medisinskar fosturtøkur ein partur av fosturtøkutalinum sum verður kunngjørt hvørt ár?

2.     Hvussu nógvar av fosturtøkunum eru framdar ávikavist medisinskt og skurðligt (kirurgisk) frá 1994?

3.     Vera orsøkirnar til fosturtøku í Føroyum skrásettar? Um ja, kann landsstýrismaðurin geva okkum innlit í hesi tølini?

 

Viðmerkingar
Tað er rættiliga eymt at tosa um fosturtøku í almenna rúminum, serliga í lítlu Føroyum. Hetta  hevur uttan iva verið við til at tabusera fosturtøkukjaki ígjøgnum árini. Ungdómurin hevur tó tikið málið upp seinastu árini. Tey eymu evnini noyðast eisini at blíva viðgjørd.

Síðsta ár, í 2018, blivu 25 fosturtøku framdar. 25 børn svara til ein stóran flokk í skúlanum í dag.

Um hugd verður at tølunum frá 1994 fram til 2018, sást týðiliga at tað er ein minkandi tendensur. Afturi í 1994 vóru 57 fosturtøkur framdar, sum er meir enn dupult so høgt, samanlíkna við tær 25 í 2018. Hetta er til at gleðast um. Óansæð hvørja lóggávu ymsu áhugabólkarnir ynskja, er alment kent, at allir ella flestu Føroyingar ynskja at fosturtøkutalið verður so lágt sum møguligt.

Fyri at minka um talið av fosturtøku, er sera hent at kenna hvørjar orsøkirnar eru til at fosturtøkur vera framdar. Eisini er gott at vita hvat verður talt við í fosturtøkutalið, sum verður upplýst almenninginum hvørt ár. Hesini tølini vildu saman givið, politikarum og áhugabólkum í Føroyum, fleiri amboð til at grípa inn í tey øki, sum veruliga koma at lækka fosturtøkutalið. Hetta er orsøkin til at spurt verður um hagtøl viðvíkjandi fosturtøku í Føroyum.

 

Steffan Klein Poulsen

Tíðindi

2. oktober 2019
Fyrispurningur um tunlarnar norður um Fjall
Fyrispurningur um tunlarnar norður um Fjall, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
24. september 2019
Samrøða við Jenis av Rana
Hoyr samrøðu sum Góðan Morgunsendingin hjá KVF hevði við nýggja landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum.
23. september 2019
Rani A. Skaalum á ting
Okkara sætti maður hevur tikið sæti á Føroya Løgtingi.
22. september 2019
SAMHALDSFASTI OG SKATTASKIPANIN
Stóra misskiljingin er, at samhaldsfasti ikki er eins samhaldsfastur tann pensjónsskipanin, sum hann ætlandi skuldi avloysa.
17. september 2019
"Nýggj" andlit í Løgtinginum
Tá ið Løgtingið kom saman í dag vóru "nýggj" andlit at síggja í sessunum hjá Miðflokkinum.