24. september 2019

Samrøða við Jenis av Rana

Hoyr samrøðu sum Góðan Morgunsendingin hjá KVF hevði við nýggja landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum.

(teksturin er beinleiðis frá kvf.fo)

Morgunsendingin vitjar í vikuni nýggju landsstýrisfólkini. Í morgun vóru vit á gátt hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Jenis av Rana hevur drúgvar royndir í politikki, men hetta er fyrstu ferð, at hann situr sum landsstýrismaður.

Fríggjadagin 13. september var ein rokmikil dagur í Løgtinginum. Klokkan 11 boðaði Bárður á Steig Nielsen frá, at hann fór heldur at royna at skipa samgongu saman við Javnarðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, men tveir tímar seinni var borgarliga samgongan komin upp á pláss kortini.

Tað skiltist, at høvuðsorsøkin var, at Miðflokkurin vildi hava tveir landsstýrissessir. Sambært Jenisi av Rana, var dramatikkurin ikki so stórur, sum líkt var til.

Hoyr landsstýrismannin greiða frá. 

https://kvf.fo/gmf?sid=99108

(teksturin og myndin eru beinleiðis frá kvf.fo)

Tíðindi

1. juli 2026
Svarti juli
Hví valdi nýggja samgongan eirindaleyst at halda fram á fosturtøkukósini?
25. juni 2026
Spurningur til Bárður á Lakjuni um KVF
24. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis um grøna orkuskiftið ... again
23. juni 2026
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
22. juni 2026
Steffan spyr Aksel
Hvussu fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at vit ikki brúka óneyðuga starvsfólkaorku hjá tí almenna uppá uppgávur, sum vitlíki kann loysa…