5. august 2019
Ein tími við Miðflokkinum
Miðflokkurin hevur útvarpssending á R7 mánadagar kl. 15.00 til 16.00.
Í fyrstu beinleiðis floksvalsendingini í R7, ein tími við Miðflokkinum, fara vit at hoyra um Miðflokkin, og vit møta nøkrum av valenum floksins.
Talan er um fyrstu av fleiri sendingum við Miðflokkinum og valevnum floksins upp til valdagin 31. august.
Vit líta aftur á stuttu søgu floksins, hoyra um úrslit og um fyrireikingar og mál floksins, nú val stendur fyri durum.
Sendingin er beinleiðis, og tú er vælkomin at taka lut í henni, við at senda viðmerkingar, spurningar via SMS á tel. 577 777
Sendingin er mánadagar kl. 15.00 til 16.00 á R7.
Tíðindi
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu