3. juni 2019

Føroya fólk kontra Erdogan?

Lesarabræv, tann 2. juni 2019

Tað er ikki hvørjum "beskorið" at fáa persónliga heilsan frá einum av fáu vinmonnunum, einaræðisharri Turkalands eigur eftir í demokratiske heiminum, men hetta untist mær í vikuskiftissosialinum. Orsøkin var, at eg herfyri vágaði mær at finnast at samgonguni og hennara vanvirðing av demokratinum. Hetta hevur vinnumálaráðharrin gingið og pínst av, til hann í vikuni, óivað órógvaður av seinastu veljarakanningum, ikki orkaði meira, men legði í vaðið.

Nøkur faktatjekk

Hóast eg átti at gleðst um lívsneistan frá sovandi samgonguni, so loyvi eg mær tó nøkur faktatjekk, um so er, at onkur longu hevur gloymt syrgiliga veruleikan um eina samgongu, sum ikki vil arbeiða, tíansheldur leggja frá sær og skriva út val.

1: Longu mánamorgunin h. 29. apríl, í somu viku, sum samgongan gavst við politiska virksemi sínum, atkvøddi Løgtingið um eitt løgtingsmál frá Miðflokkinum, sum, varð tað samtykt, eftir útsøgn løgmans hevði givið okkum nýval. Men málið fall. Tá gjørdist greitt, at andstøðan ikki megnaði at atkvøða samgonguna til hús.

2: Men samstundis gjørdist løgmanni greitt, at samgongan heldur ikki megnað ein meirilutan. Tí skapti hann, heldur enn at leggja kongin og skriva út nýval, eitt neyðaregg, har hann gjørdi avtalu við andstøðuna um bert at avgreiða nøkur fá mál afturat í hesari tingsetuni. Men ístaðin fyri at skriva út nýval, tá hetta var fingið frá hondini, valdi samgongan seinni í vikuni at senda evsta vald føroyinga, Løgtingið, í summarfrí.

3: Hetta var fríggjadagin h. 3. mei, at løgmaður, eins og í ævintýri Grimm's um hjúnini í mórudýkinum, aftur sendi boð eftir andstøðuni. Nú vildi løgmaður hava onnur mál við í neyðaregg sítt, men hesuferð fekk hann ikki stuðul. Tó gjørdi eg, Miðfloksins vegna, púra greitt, at vit fegnir vildu arbeiða bæði eina og tvær vikur afturat, fyri at avgreiða øll mál, sum enn lógu í nevndum, hetta fyri at fáa slætt borð, áðrenn tingið fór heim. Og eg bað staðiliga bæði løgtingsformannin og løgmann um ikki at gera tað dáragerð, at senda Løgtingi til hús, meðan hesi mál, fimtisjey haldi eg tey eru, enn lógu í nevndum. Vildi teir ikki tað, so mælti eg til, at samgongan legði frá sær og skrivaði út nýval.

4: Eftir gott smyrjubreyð hetta sama fríggjakvøldid sendi løgtingsformaðurin fólkavaldu løgtingsfólkini til hús. Síðani hevur samgongan hildið frí og landstýrið spælt politik.

Ávirkanin frá einavaldsharrum?

Sjálvt smábørn kunnu rokna út, at andstøðan, við sínum 15 av 33 løgtingsfólkum, als onki vald hevur! Og um vit fingu Løgtingið saman, so høvdu ivaleyst av kreftum sligið ring um teir tríggjar formansgarparnar, sum eftir øllum at døma ræðast dóm fólksins. Í hvussu so er halda teir "við deyðsforagt" fast um róðrið, meðan dekkið liggur fult av fongi, sum ferst dag fyri dag.

Var slætt borð, tvs. vóru øll mál viðgjørd, so var støðan ein heilt onnur. Men so er ikki, tað vita øll, men enn ikki eitt ótal av áheitanum frá einstaklingum, fakfeløgunum, áhugafeløgum o.ø. megna at fáa vinir Erdogan's í Føroyum at verja og velja demokratiið.

Tað, sum í løtuni gongur fyri seg í føroyskum politikki, er sum avritað úr londum, har einavaldsharrar valda! Men neyvan var annað væntandi av einari samgongu, sum frá fyrsta degi av, við Miðflokkinum sum einasta mótmælandi, altrá stríddist fyri at fáa samstarv við ein av størstu einaræðisharrum á okkara leiðum, turkiska Recep Erdogan.

Tónalagið og sannleiksvirðið í brævi vinnumálaráðharrans bendir í hvussu so er á ávirkan frá eirindaleysa diktatorinum í Turkalandi, Føroyum og føroyingum til stóran skaða.

Eitt skal samgongan vera púra vís í, Miðflokkuri fer, við øllum møguleikum okkum eru tøkir, áhaldandi at vísa á, hvussu besti stýrisformur vit kenna, fólkaræðið, verður traðkað undir fótum. Vón okkara er, at Føroya fólk, um ikki annað so á valdegnum, fer á føtur og stillar seg undir lið okkara.

Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.