6. apríl 2019

RAGNAR LUDVIG  stillar upp fyri Miðflokkin komandi løgtingsval.

Her er ein heilsan frá Ragnari.

Góð samfelagsvirðir verða mangan lýst í breiðum politiskum orðingum. Men fyritreytirnar undir góðum stevnumiðum krevja ein virðiligan gróðrarbotn. Og vegurin frá hugmyndafrøði til verulig avrik krevur fólkaræðisligt gjøgnumbrot, ið fevnir um tey góðu virðini, sum eru til gagns fyri alt fólki. Okkara stjórnarskipan umboðar fólkavald, sum stýra og ávirka samfelagsgongdina. Hin góða leiðin krevur ásetan, deiling og menning av øllum virðunum í samfelagnum á ein ávikavist rættan, javnan og skynsaman hátt.

Góð stevnumið verða framleidd við atliti at eini realistiskari heildarfatan og umhugsni av veruleikanum. Við tí grundarlagnum ber til, at fremja siðiligan politikk við vælviljandi hugburði til samskipaðan felagsskap og samstarv. Tástani verður politikkur eitt sunt og virkið amboð, ið smíðar virðiligar, skilagóðar og støðugar loysnir. Á tann hátt verða týdningarmikil politisk mál rokkin, ið eru til uppbyggingar fyri alt samfelagi, har fólkalig vælferð og sunn lívsvirðir verða framd í verki, ið gagna samfelagnum best. Tann uppgávan krevur fólkavaldar politikarar við hjarta og prinsippum – eisini tá ósemjur stinga seg upp.

Eitt av aðalkrøvunum til stavnhaldið í politikki, er eitt vaki eyga, ið eygleiðir gongdina í málum frá byrjan til enda. Slíkt krevur skilagóða kortlegging samsvarandi endamálsorðing og tilhoyrandi stevnumiðum, soleiðis at føroyingar kunnu liva við politiskum avgerðum framyvir. Tí er tað umráðandi, at virðisgrundarlagið í førda politikkinum hongur saman við politiskum lyftum, orðingum og stevnumiðum, soleiðis at góðu virðini kunnu spretta fram.

Eg eri stoltur av at Miðflokkurin hevur hildið fast við politisku grundsjónarmið síni. Tey hava skapt ein góðan integritet, sum við tíðini er blivin sermerki hjá flokkinum. Tað er alment viðurkent og púra náttúruligt, at tey kristiligu virðini hjá Miðflokkinum virka sum ein undirskiltur partur í politiska innihaldinum hjá flokkinum, sum allir føroyingar kenna seg aftur í.

Eg havi altíð valt Miðflokkin. Men hesiferð havi eg eisini tikið tað avgerð, at vísa ábyrgd við, at stilla upp fyri Miðflokkin til komandi løgtingsval. Men hvør tað verður sum kemur í Løgtingi liggur í hondunum á veljaranum. Løgtingið hevur altíð tørv á vísdómi til at fremja sømiligan og haldgóðan politikk. Lyklaorðini, ið kunnu halda øllum samfelagnum uppi eru skynsemi, hjartalag og alt ráð Guds.

Kærar heilsanir
Ragnar

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.