9. mars 2019

Fjøruvegurin

Loksins er loysnin komin á tingborð

Nú er endiliga verklagslóg løgd fyri Løgtingið, sum ger greiðu á, hvussu innkomuvegurin eystanfyri Eysturoyartunnilin skal gerast og fíggjast. Landsstýrismaðurin skjýtur upp, at landsins partur skal vera íalt 35 mió. krónur. Og at verklagslógin fer úr gildi ultimo 2028. 

Tað hevur verið tungur burður at koma so væl áleiðis. Runavíkar kommuna hevur fyri tíð síðani gjørt liðugt uppskot um, hvussu vegaføringin frá tunnilsmunnanum á eystaru síðu av Skálafjørðinum skal gerast.

Ætlanin er latin landsmyndugleikanum, og í eitt drúgt skifti hevur sum skilst verið samband millum Runavíkar kommunu og landsstýrið. Trýst hevur verið á frá ymsum pørtum at fáa til vega verklagslógina, sum nú loksins er løgd fyri Løgtingið.

Nú bragdaði. Tað er av alstórum týdningi, at landsmyndugleikin sær álvaran í at liðugtgera alla verkætlanina við Eysturoyartunlinum. Fyri fólkið, sum býr við Skálafjørðin, hevur Fjøruvegurin alstóran týdning fyri dagligu ferðsluna og dagliga trivnaðin. Málið er væl lýst og nýtast ikki fleiri grundgevingar og frágreiðingar. Tíðin er komin at fara til verka. Og frá landsins síðu má verklagslógin sigast at vera fyrsti leikur at fáa Fjøruvegin gjørdan við almennari luttøku.

Tó er alt ikki liðugt, og tó er alt ikki fullkomið. Fíggingarleisturin samsvarar hvørki við tað, sum Runavíkar kommuna ella fólkið við Skálafjørðin væntar. Tí eigur peningur at setast av sum skjótast, so Fjøruvegurin er komin so mikið áleiðis, tá tunnilin verður tikin í nýtslu ultimo 2020, at hann kann brúkast – ella í øllum førum er komin undir land.

Hetta verður takið, nú játtanarkarmarnir fyri komandi ár skjótt skulu samtykkjast. Umframt at ein munadygg upphædd verður sett av á fíggjarlógini fyri í ár við eykajáttan. Ein verklagslóg uttan pengar hevur onki virði. Tí má peningur setast aftanfyri ætlanina, um komast skal á mál. Og tað vænti og vóni eg, at samgongan ger. 
At verklagslógin er komin fyri Løgtingið ber týðulig boð um, at samgongan hevur vilja til at loysa málið um Fjøruvegin í góðum samstarvi við myndugleikarnar eystanfyri tunnilsmunnan.

Vónandi verður uppgávan loyst í semju og skynsemi komandi vikurnar. Miðfloksins partur skal ikki liggja eftir.
 
Bill Justinussen

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.