6. desember 2023

Jenis spyr Sirið

Fráboðan av avgerðum um sosialar veitingar

Munnligur fyrispurningur
eftir § 52 í Tingskipanini

Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Evni: Fráboðan av avgerðum um sosialar veitingar

Spurningar:
1. Hvat ger av, nær skrivlig avgerð verður send borgarunum, tá tey søkja um sosialar
veitingar?
2. Nær ella í hvørjum førum sendir Almannaverkið ikki borgarunum skrivliga
avgerð, tá teir søkja um sosiala veiting?
3. Hvussu nógvar skrivligar avgerðir viðv. sosialum veitingum vórðu sendar
borgarunum í 2021, 2022 og higartil í 2023?
4. Hvussu nógvar avgerðir viðv. sosialum veitingum hjá Almannaverkinum vórðu
ikki latnar borgauanum skrivliga, men einans munnliga, í 2021, 2022 og higartil í
2023?

Viðmerkingar:
Í munnligum fyrispurningi (MS 010/2022) til táverandi landsstýrismann í almannamálum
hin 7. sept. 2022 viðvíkjandi, hvørt fólk skulu hava skrivligar avgerðir, tá tey móttaka
sosialar veitingar, segði landsstýrismaðurin, at tað var ein stórur trupulleiki fyri
rættartrygdina, um fólk ikki fingu skrivligar avgerðir frá Almannaverkinum.
Í avgerð hjá Føroya Kærustovni frá jan. 2023 verður staðfest, at vanligt er, at
Almannaverkið ikki gevur skrivligar avgerðir. Kærustovnurin staðfestir, at heimild er hjá
Almannaverkinum ikki at senda skrivligar avgerðir. Verða avgerðir fráboðaðar munnliga,
skal áheitan um at fáa eina skrivliga avgerð verða latin myndugleikanum innan 14 dagar
eftir, at parturin hevur fingið boð um avgerðina. Tá ber til at kæra avgerðina til
Kærustovnin innan 4 vikur. Ein munnlig avgerð kann hinvegin ikki kærast.
Avleiðingin av hesi praksis hjá Almannaverkinum er tí, at teir borgarar, sum ikki fáa
skrivliga avgerð, ikki kunnu kæra hesar avgerðir hjá Almannaverkinum til Føroya
Kærustovn.
Borgarar upplýsa, at Almannaverkið upplýsir ikki fyri teimum, at biðja tey um og fáa
skrivliga avgerð, fáa tey møguleika at kæra til Føroya Kærustovn.

Fyri at fáa greiðu á, hvussu slíkar avgerðir verða fráboðaðar, verður hesin fyrispurningur
settur landsstýriskvinnuni.

Á Løgtingi, 6. desember 2023
Jenis av Rana

Tíðindi

30. apríl 2024
Jenis spyr Margit
Endin á fosturtøkuni
5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum