4. mars 2020

Fólkakirkjan er fyri øll

Røða, Jenis av Rana, Landsstýrismaður, helt fyri kirkjuráðslimum í Hólmahúsinum á Eiði leygardagin.

Fyrst av øllum fari eg at takka fyri, at eg eri boðin við her í dag, tað er mær ein stórur heiður!


Hetta er ein av fyrimununum við at vera landsstýrismaður. At sleppi kring landið at vitja áhugaverd støð og práta við spennandi fólk. Í farnu viku var je í tveir dagar á vitjan í suðri, allan dagin í gjár í Klaksvík, ómetaliga góðar upplivingar. Tað er gott at fáa luft ímillum allar fundirnar.


------


“Tú noyðist at krúpa til Krossin og siga teimum, at kirkjugáttina hevur tú lítið og einki slitið gjøgnum títt skjótt langa lív”- soleiðis svaraði ein mær, tá eg segði hvagar leið mín bar leygardagin 29. februar- tvs. í dag.
“Nei, als ikki”, svaraði eg avgjørdur, “je var bara fáar dagar gamal, tá foreldrini fyrstu ferð bóru meg í hús Guds, og har havi eg notið at verið síðani”.
Ongan dag í lívi mínum havi eg kent iva um, hvar eg hoyri heima- í húsi Guds, samkomuni, kirkjuni kalla tað hvat vit vilja, tað er ikki navnið, heitið, útsjóndin, men innihaldið, sum er avgerandi.
Og innihaldið, tryggleikin, friðurin, gleðin, hvílan, samfelag teirra Heilagu, samfelagið við Frelsaran, Faðirin, Heilaga Andan- tað ber av øllum og heldur í øllum lívsins skiftandi umstøðum.


---


Albert Schweitzer endurgevur eina frásøgn frá barnaárum, um júst hetta samfelagið, samfelag teirra Heilagu, hann sigur soleiðis frá:
“tá eg siti í kirkjuni og blundi, tá síggi eg nøkur teirra fyri mær, sum einaferð vóru har, men sum nú eru farin. Ein teirra, Mitchi, var so deyvur, at hann ikki hoyrdi tað minsta, ið sagt varð. Men hóast tað sat hann hvønn sunnudag á sessi sínum í kirkjuni.
Tá pápi mín einaferð harmaðist, at hann gekk í kirkju uttan at hoyra eitt orð av prædikuni, risti Mitchi smílandi sítt gamla høvur og segði: “samfelag teirra Heilagu, prestur, samfelag teirra Heilagu!”


------


Fólkakirkjan er fyri øll. Uttan mun til hvør tú ert, hvat tú gert ella hvar tú kemur frá, so ert tú vælkomin.
Uttan mun til um tú ert ríkur ella fátækur, maður ella kvinna, lítil ella høgur, barn ungur ella gamal – so standa dyrnar opnar.
Og uttan mun til um alt gongur tær væl, ella um tú ert brotin og hevur mist alt, so standa dyrnar eisini opnar. Júst tí hevur kirkjan so stóran týdning – tú kanst koma, sum tú ert.
Í skúlanum fáa vit karakterir. Á arbeiðsplássinum verða vit mett út frá royndum og fakligum førleikum. Á fótbóltsliðnum verða vit sett á bonkin, um vit ikki duga nóg væl. Og á sosialu miðlunum verða vit alla tíðina dømd út frá leiks, fylgjarum, Facebookvinum og viðmerkingum.
Vit verða mett, máld og vigað alt lívið. Kanska meira nú enn nakrantíð. Tí er tað einki undir í, at fleiri í dag eru bæði strongd og tunglynt. Og heldur einki at undrast á, at happing trívist so væl á arbeiðsplássum og í skúlum.
Men í kirkjuni fáa vit frið. Kirkjan hyggur ikki eftir tí ytra, men tí innara. Og tað er har, vit kunnu viðgera teir stóru spurningarnar, teir, sum veruliga hava týdning. Og akkurát hesum hevur nútíðarmenniskjað tørv á – kanska meira nú enn nakrantíð.


---


Uppvaksin í Trongisvági, gekk eg við foreldrunum á møti, í sunnudagsskúla, á legur, samfelagsstevnur and whatever you name it av andaligum. Miðdepilin var Frelsarin og verk Hansara fyri meg og okkum. Og so hevur verið, óbrotið síðani fyrsta dagin í húsi Harrans! Í dag eru vit partur av samkomuni Lívdin, har vit elska at vera- og tæna, mest í bønartænastuni, men eisini av og á við orðinum.
Komandi sunnudag havi eg tann forrætt at bera fram orðið, eg farið at siga frá um hetjuna Gideon, sum, staddur í svárastu neyð, longdist eftir farnum tíðum, tá Harrin var eitt og alt hjá Ísrael. Men nú vóru tey farin aðrar/ egnar leiðir og vóru endaði sum trælir. Men longsil hansara gjørdi, at Hann, mitt í neyð og armóð, fekk vitjan av eingli Harrans. Hendan vitjan endaði við at Andi Harrans lat seg í Gideon. Eg endurgevi orðarætt úr dómarabókini: “Tá læt Andi HARRANS Seg í Gideon”.
Úrslitið av djúpa longsli Gideons eftir Gudi gjørdist hetta- og eg endurgevi aftur úr Dómarabókini: “landið hevði tá frið í 40 ár, so leingi sum Gideon livdi”. Er tað ikki eitt fantastiskt lívsverk, úrslitið av at ein maður, Gideon, longdist eftir meira frá Gudi.
Úrslitið av Heilaga Andans vitjan á fyrstu hvítusunnu nýtst mær ikki at siga tykkum, tað kenna tit øll. Sum fólk Ísraels í døgum Gideons, sótu tey óttafull og krógvaðu seg fyri jødunum. Tá kom sami Andin, sum lat seg í Gideon og fylti tey óttafullu. Fylling, ílating Andans, hendan dagin broytti, og broytir enn í dag, menniskju- eisini her heima hjá okkum.
Hevur tú eina løtu, í dag, morgin ella seinni, so viðmæli eg tær einaferð enn at seta teg við orðinum og lesa teir tríggjar kapitlarnar í Dómarabókini 6, 7 og 8. Teir siga søguna um Gideon- nakað meira styrkjandi og eggjandi finna vit ikki!


-----------


Sum landsstýrismaður havi eg í dag hug at taka fram, nevna, og takka fyri, verkstovurnar, sum eru byrjaðar hendan mánaðin, har endamálið er at styrkja kristni í fólkaskúlanum.
Tað kemur neyvan óvart á nakran, at eg haldi, at hetta er eitt frálíkt hugskot og eg gleði meg til úrslitið!
Sannleikin er tann, at tað eru fleiri børn og ung, sum ikki hava tað gott, hetta prógva kanningar av trivnaði og happing, sum eru gjørdar seinastu árini. Seinasta trivnaðarkanningin í fólkaskúlanum vísir, at 11% av næmingum kenna seg happaðar. Í 2007 var talið 15%, og í 2015 var talið 13%. So tað minkar støðugt, og tað eru vit sjálvandi fegin um. Men 11% eru kortini 11% ov nógv.
Hevur tú tað ikki tað gott í sál og sinn, er tað trupult at læra nakað. Tí eiga vit áhaldandi at taka hendan trupulleikan í stórsta álvara. Tí havi eg sett mær fyri at raðfesta hetta vandaøkið sera høgt, soleiðis allir skúlanæmingar, uttan undantak, kunnu uppliva skúlan sum ein griðstað, eitt stað har friður er at finna, eitt stað, har tey kenna seg trygg! Happingin kennir ongi mørk, hon steðgar hvørki áðrenn ella aftaná skúlatíð. Hon fylgir tíverri mongum í lummanum allan dagin.
Dreymur mín er, at skúlin gerst friðstaðið fyri børn og ung, nøkur teirra hava kanska heldur ikki eitt friðskjól heima
Umframt beinleiðis at seta fleiri tímar av til júst hetta vandamálið, eri eg sannførdur um, at um kristni í fólkaskúlanum verður styrkt, kann tað vera við til at basa trupulleikanum og øðrum trupulleikum við.
Tí við kristni læra vit, hvussu vit skulu vera móti øðrum. Vit læra at hugsa um lívsins stóru spurningar. Vit læra at síggja virði í einstaka menniskjanum og ikki hefta okkum við alt tað ytra og rundanum. Vit læra um etikk og moral, vit læra at vera nærverandi, at fokusera upp á tað, sum veruliga hevur týdning. Vit læra týdningin at elska hvønn annan sum sjálvan meg!
Júst tí eiga vit at styrkja kristni í fólkaskúlanum, soleiðis at vit - frá tí vit eru heilt ung - fáa bestu ávirkanina, góða lærdómin.


---


Eitt annað, sum í kirkjuhøpi hevur verið tosað um leingi, er dagføringin av lógum um bygningarnar kirkjunnar.
Tá endamálið við kirkjuni er, at vera fyri øll, eiga sjálvir bygningarnir eisini at vera fyri øll.
Jú, vit skulu varðveita siðir, søgu og mentan. Sjálvandi skulu vit tað. Men vit mugu finna eina skynsama javnvág millum at varðveita og at kunna brúka kirkjubygningarnar.
Akkurát hvussu hetta skal gerast, og hvør javnvágin verður, fara vit at finna eina ítøkiliga loysn á. Tað hava vit longu fundast um, og eg lovi at finna loysn á hesum, um mær unnist at sita í sessinum tey ár ætlan og hugur mín er.


---


Eg hugsi mangan um, hvussu heimurin kundi sæð út í dag, um heitu hendur Frelsarans vórðu bjóðaðar frælsi at virka.
Hvønn tíma doyggja í hópatali runt heimin av sjúkum, ikki tí heilivágur ikki finst og av svongd, ikki tí matur ikki er. Kirkjur, samkomur og tey, sum í teimum eru, verða náðileyst oydd, forfylgd og fyribeind, ikki tí møguleikar ikki er at forða hesum- men vegna skeivar raðfestingar og ófatuliga sjálvsøkni menniskjans. Vit hava heilivág, men til prísir, ið ikki kunnu gjaldast av fátækum londum, men sum saktans kundu verði givnir av okkum ríku. Og vit hava sokallað matfjøll í EU og mongum øðrum ríkum londum, sum verða vard, meðan doyggjandi armar verða rættir móti okkum.
Bara í tíðini, tað hevur tikið mær at tosa her í dag í dag, eru í miðal 10 guðshús oyðiløgd og tíggutals børn Guðs brutalt dripin, bert tí tey kenna og tilbiðja Frelsaran. Og heimurin, eisini sokallaði kristni, við ST og EU á odda, tváar sínar hendur.
”Qou Vadis Domine” (hvar fert tú Harri) sigst Pætur hava spurt Frelsaran, tá Hann møtti Honum, Pætur á veg út úr Rom, Jesus á veg inn í býin- fyri enn einaferð at doyggja saman við vinum sínum, um Pætur bar seg undan.
Longsil mín er, at Frelsarin sleppur framat okkara djúpt falna heimi. Gævi óttin fyri elalítla virusinum, sum í hesum døgum breiðir seg um heimin fær okkum at vakna og síggja, hvussu lítið verd vit eru! Síggja høpisleysa sjálvsøkni og stoltleika okkara. Gævi mannaættin fer at gera sum Gideon, fer at tráa eftir meira av Lívsins Harra- lat tað verða bønir og tránir okkara!
Lyftið hansara er at geva hvørjum einstakum, ið kallar á Hann ta styrki, okkum tørvar til dagsins uppgávur, byrðar , mótgongd og viðgongd: ”sum dagur tín er, skal styrki tín verða” er lyfti Hansara. Bøn mín er, at vit, sum tænarir hansara bjóða og loyva Honum framat.


-------


Fari at enda at bera fram eina tøkk. Eina tøkk fyri alt tað sjálvbodna arbeiði, sum fer fram í kirkjum og atknýttum felagsskapum kring landið.
Tað er í stóran mun hesar sjálvbodnu, heitu hendurnar og glógvandi hjørtuni kring landið, sum eiga lívið í kirkjunum og trúarlívinum sum heild í Føroyum. Eg tori ikki at hugsa um, hvussu tað hevði sæð út, uttan hesar hjálpsomu og hjartaligu hendurnar. So tað vil eg fegin takka fyri.
Eg fari eisini at takka tykkum fyri dagin í dag. Tað hevur verið bæði hugnaligt og gevandi at vera saman við tykkum. Og enn einaferð takk fyri, at eg var boðin við.


Stóra takk fyri.

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.