27. oktober 2022

Tað má vera pláss fyri øllum

Hvussu vit fara við teimum allar veikastu og teimum sum koma skeivt fyri í lívinum, sigur sera nógv um okkum sum samfelag. Eisini hvussu vit fara við teimum, sum eru dømd at sita í fangahúsi.

Tað er ikki rætt, at vit senda føroysku fangarnar av landinum, inn í harða fongsils-umhvørvið í Danmark. Tað einasta rætta er, at vit fáa bygt eitt nýtt fangahús í Føroyum, soleiðis at vit fáa pláss fyri øllum fangunum her heima.

Ein “hensigtserklæring”, um at nýtt fangahús skal standa í Føroyum í 2030, er gjørd við donsku stjórnina. Tó kann nógv broytast, bæði politiskt og fíggjarliga, komandi árini. Eg fari at stríðast fyri, at fangahúsið blívur til veruleika skjótast gjørligt.

Steffan Klein Poulsen
Valevni fyri Miðflokkin til Fólkatingsvalið 2022

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.