27. oktober 2022

Á Fólkatingi kunnu vit steðga spælilýsingum!

Á Fólkatingi kunnu vit leggja uppskot fram um at steðga spælilýsingum í sjónvarpsrásum. Spøl og gambling krevja síni offur á ludomani-altarinum. Umleið 10.000 danir eru offur fyri ludomani. Tey, sum eru bundin av spæli og gambling við pengum, missa sum oftast tamarhaldið á sínum pengum og missa í nógvum førum alt umframt at tey koma í stóra skuld. Hetta er oyðileggjandi fyri tey sum persónar og teirra familju- og vinasambond.

Ongi tøl eru um hesi viðurskifti í Føroyum. Men tó er tað vælkent, at tað eisini millum føroyingar finnast ludomanar. Trupulleikin er lítið sjónligur, tí tey, sum eru fongd við ludomani, eru ikki stolt av tí. Familja og avvarðandi tosa heldur ikki hart um tað fyri at verja viðkomandi.

Miðflokkurin ynskir at steðga spælilýsingum í Danmark, tí hesar lýsingar raka eisini inn í so at siga øll føroysk heim. Eitt føroyskt umboð á Fólkatingi hevur ein sera góðan pall at gera sína ávirkan galdandi við at seta fram lógaruppskot og fyrispurningar um hesi viðurskifti.

Uppgávan hjá einum føroyskum fólkatingslimi er at vera virkin í lógarsmíði á Fólkatingi, sum gagnar føroyingum í Danmark, føroyingum í Føroyum og eisini danska samfelagnum sum heild.

Bill Justinussen
valevni fyri Miðflokkin til fólkatingsvalið

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.