26. oktober 2022

Børn og ung fram um vaksin

Í fleiri viðurskiftum standa rættindi hjá vaksnum fólki í vegin fyri rættindum hjá børnum og ungum. Miðflokkurin vil í øllum politikki taka barna- og ungdómsrættindi fram um rættindi hjá vaksnum. Í hesi tvístøðu eru børn og ung tey veiku, sæð í mun til vaksin.

Eitt dømi um hetta er rúsdrekkapolitikkur. Nógv vaksin ynskja fría rúsdrekkasølu, tí tað er teirra simpli rættur. Tey halda, at ongin skal ráða yvir, hvussu tey liva sítt lív, og tí skal heldur ongin blanda seg í teirra drykkivanar. Og hesi sjónarmið hava vunnið frama í Danmark so mikið, at har er frí atgongd til rúsdrekka á øllum hillum í øllum handlum kring alt landið.

Men júst hesin rætturin ger seg ógvusliga inn á børn og ung. Tí børn og ung verða uppvand við, at rúsdrekka er ein gerandisvøra og harvið ósagt eisini vandaleys. Men rúsdrekka er ikki gerandisvøra og er ikki vandaleys. Tí verður uppfatanin hjá børnum og ungum í Danmark sera liberal og óansin. Hetta elvir sjálvsagt til, at danir eru stórbrúkarar av rúsdrekka og drekka næstan tvífalt so nógvar litrar av alkoholi fyri hvønn borgara sum føroyingar og munandi meiri enn aðrir norðbúgvar.

Miðflokkurin ynskir, at eitt føroyskt fólkatingsumboð tekur spurningin upp á Fólkatingi. Tí danskur rúsdrekkapolitikkur er ein støðug avbjóðing fyri føroyskan rúsdrekkapolitikk.

Uppgávan hjá einum føroyskum fólkatingslimi er at vera virkin í lógarsmíði á Fólkatingi, sum gagnar føroyingum í Danmark, føroyingum í Føroyum og eisini danska samfelagnum sum heild.

Bill Justinussen
valevni fyri Miðflokkin til fólkatingsvalið

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.