21. oktober 2022

Valskrá til Fólkatingsvalið

Miðflokkurin hevur lagt greiða og sterka valskrá fram í dag

Í dag var tíðindafundur í Norðurlandahúsinum, har Miðflokkurin legði sína valskrá fram í samband við Fólkatingsvalið. 

 

Við Miðflokspolitikki á Fólkating

 

1: Við Miðflokkinum veit veljarin, hvønn politik, hann fær. 

2: Miðfloksrøddin á fólkatingi fer at boða og verja, at sum mann og kvinnu skapti Gud menniskjað:

  • Støðan í dag er, at sálartrupulleikar økjast millum børn og ung, skúlaaftran gerst vanligari og vanligari, tey gerast strongd!
  • Pisakanningar eru orsøkin, siga nøkur. Landsroyndirnar siga onnur.
  • Vit í Miðflokkinum undrast ikki at børn og ung eru í villareiði- hava trupulleikar, gerast strongd! T.d. børn frá hjúnaskilnaði, skulu velja millum mammu / ella pápa- og nú fáa tey enntá at vita, at fleiri kyn eru, og at tey sjálvi kunnu avgera sítt.
     

3: Geopolitiski veruleikin krevur, at vit fyrireika okkum at yvirtaka verju,- trygdar og uttanríkismál. Útbúgva serkunnleika innan økið.

 4: Miðflokkurin vil hava betri samband millum tann, ið verður vald(ur) at røkja fólkatingssessin- og heimliga politiska landslagið!

 5: At velja Miðflokspolitik inn á fólkating vil m.a. siga:

  • Velja eina djarva kristna rødd á fólkating, eina rødd, ið verjir kristnu virðini og kristna menniskjasýnið og boðar stóra virði menniskjans í eygum og hondum Guds.
  • At vit taka tað góða, ið eyðkennir føroyska samfelagið inn á fólkatingi. Danir og aðrar tjóðir kunnu frætta um, læra av og gera gagn av føroyska fyrimyndarliga samfelagnum.
  • At velja eitt umboð, ið altíð verður til staðar á folkatingi, aktiv við í kjakinum, setir fram uppskot og fyrispurningar á jøvnum fóti við danir.
  • At velja eina rødd á fólkating, ið verjir ófødda barnið og foreldur tess.
  • Eina rødd, ið boðar tað mótsatta av boðskapinum “Amnesty” og líknandi felagsskapir boða.
  • Eina rødd, ið talar søk Ísraels á fólkatingi.
  • Eitt umboð, ið leggur seg eftir at røkja føroysk áhugamál í DK, m.a. við tí peningajáttan, umboðini fáa at ráða yvir.
     

6: Miðflokkurin fer at gera upp við ódemokratisku peningaliga stuðulsskipana, sum verður brúkt til at veita flokkunum stuðul at reka valstríð við.

 

Set krossin rætt. Vel Miðflokkin. 

 

 

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.