13. oktober 2022

Arktiskur politikkur Føroya verður lagdur fram á Arctic Circle

Uttanríkis- og Mentamálaráðið: Í døgunum 13. til 16. oktober luttekur Jenis av Rana

Uttanríkis- og Mentamálaráðið: Í døgunum 13. til 16. oktober luttekur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, á Arctic Circle Assembly 2022 ráðstevnuni í Reykjavík.

Landsstýrismaðurin er ein av høvuðsrøðarunum, tá ráðstevnan verður sett, og har fer landsstýrismaðurin at leggja fram alment føroyska arktiska politikkin, ið júst er orðaður. Eisini luttekur landsstýrismaðurin á tiltaki hjá Útnorðurráðnum um samstarv um havið.

Á ferðini skal landsstýrismaðurin m.a. hitta ráðharrar úr millum annað Bretlandi, Skotlandi, Grønlandi og Íslandi. Eisini skal landsstýrismaðurin undirrita karmsáttmála um fiskiskap Føroyar og Ísland ímillum.

Leygarkvøldið, tá ráðstevnan endar, eru Føroyar vertir fyri stórari móttøku “Faroese Night” í Hørpu fyri øllum luttakarunum á Arctic Circle ráðstevnuni. Umframt tónar frá Hamradun og Lív og Tróndi Enni fáa gestir boðið brellbitar við føroyskum laksi og drykkivørum.

Sí arktiska politikk Føroya:

- The Faroe Islands in the Arctic (á enskum)

- Føroyar í Arktis (á føroyskum)

 

Frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.