15. mars 2022

Løgfrøðiútbúgvingin á Setrinum javnsett við danskar løgfrøðiútbúgvingar

Javnlíkameting av útbúgvingini sjálvari og meting av góðskutryggingarskipanini á Fróðskaparsetrinum nú framd.

Danska Løgmálaráðið hevur nú mett løgfrøðiútbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya ájavnt við løgfrøðiútbúgvingar frá donskum universitetum.

Hetta merkir, at løgfrøðingar, ið eru útbúnir á Fróðskaparsetrinum, og hava tikið bæði bachelor og master, fáa atgongd til lógarbundin størv sum dómarar, ákærarar og advokatar á jøvnum føti við løgfrøðingar við siðbundnu donsku útbúgvingini.

Tá føroyska rættargangslógin bleiv broytt í 2019, varð ásett í viðmerkingunum, at ein føroysk løgfrøðiútbúgving skal metast ájavnt og geva somu rættindi, um hon er sambærilig við løgfrøðiútbúgving frá donskum universiteti.

Eftir drúgt samskifti millum føroyskar og danskar myndugleikar er javnlíkameting av útbúgvingini sjálvari og meting av góðskutryggingarskipanini á Fróðskaparsetrinum nú framd. Síðan hevur Løgmálaráðið tikið avgerð um, at útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum skal metast javnsett við útbúgvingar á donskum universitetum.

”Talan er um eitt ómetaliga týdningarmikið stig fyri Føroyar og fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hetta fer at hava við sær, at Fróðskaparsetrið í enn størri mun enn áður fer at styrkja sína støðu sum fremsti vitanarstovnur, føroyska samfelagnum til frama”, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

 

mynd og kelda: ummr.fo

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.